Javnaðarflokkurin SPD vann valið til týska samveldistingið í gjár við 25,7 prosent um av atkvøðunum framman fyri konservativu systurflokkarnar CDU/CSU, sum fekk 24,1 prosent.
Tað vísa almennu úrslitini, eftir at atkvøðurnar eru taldar úr øllum valdømumm skrivar týska tíðindastovan dpa í morgun.
Í mun til seinasta val í 2017 gongur SPD fram við umleið fimm prosentstigum, meðan CDU/CSU hevð ringasta valið síðani seinna heimsbardaga.
Longu tá týsku sjónvarpsstøðirnar almannakunngjørdu fyrstu forsøgnirnar í gjárkvøldið, var greitt, at tað var ógvuliga javnt millum SPD og CDU/CSU – men alla tíðina lá SPD frammanfyri.
Tí var niðurstøðan greið hjá Olaf Scholz, at veljararnir ynsktu hann sum kanslara.
Men Armin Laschet, kanslaravalevni hjá CDU/CSU, hevur eisini ætlanir um at skipa nýggja stjórn, segði hann í gjárkvøldið.
Bæði Scholz og Laschet eru samdir um, at samgongan higartil millum CDU/CSU og SPD ikki skal halda fram.
Tí er kann roknast við eini samgongustjórn millum annan av stóru flokkunum við stuðli frá FDP og Teimum Grønu.
– Sum tað sær út, verður tað fyrstu ferð ein samveldisstjórn millum tríggjar flokkar, sgði Laschet í eini røðu valkvøldið.
– Vit fara at gera alt, sum vit kunnu, fyria t skipa eina stjórn undir leiðslu av CDU/CSU.
Bæði kanslaravealevnini siga við ARD, at hvør sær hava sum mál at hava ein stjórn klára fyri jól.
– Vit gera alt, sum vit kunnu, fyri at tryggja, at vit eru liðug fyri jól, segði Scholz við sjónvarpsstøðina.
Tey Grøna hava við 14,8 prosentum av atkvøðunum fingið besta valúrslitið nakrantíð og ta størstu framgongdina í prosentum av øllum flokkum í mun til valið í 2017, tá flokkurin fekk 8,9 prosent.
/ritzau/











