Í vár varð ljóskastarin settur á vantandi venjingar- og viðgerðarmøguleikarnar hjá spastiskum í Føroyum. Lillemor Jernquist, ið er leiðari á einum venjingarmiðdepli í Skotlandi, varð boðin til Føroya at greiða frá, hvussu eitt møguligt samstarv millum miðdepilin og føroyskar myndugleikar kann fáast í lag. Í tí sambandi vóru fundir hildnir við allar hugsandi partar av føroyska heilsuverkinum. Burtur úr vitjanini spurdist tað, at landsstýriskvinnan í almanna- og heilsumálum setti ein arbeiðsbólk, sum skuldi kanna møguleikarnar fyri at spastisk kunnu fáa venjing í Føroyum.
Longu áðrenn hesa vitjanina hevði Spastikarafelagið fingið í lag samstarv við ein svenskan venjingarmiðdepil, sum eitur Move and Walk, og nú hevur felagið fingið eitt ítøkiligt tilboð um samstarv haðani. Hetta merkir, at í fyrsta umfari kunnu spaskiskir føroyingar og fakfólk fara til Svøríkis eina ferð um árið, og sviar koma henda vegin eina ferð um árið, til føroysku fakfólkini eru nóg væl skikkað til sjálv at taka sær av teim spastisku.
- Læknar á Landssjúkrahúsinum og læknastjórin hava mælt til at taka av tilboðnum úr Svøríki, sigur Jóhanna Johannesen, næstforkvinna í Spastikarafelagnum.
Størri gagn
Í okkara grannalondum eru aðrir møguleikar fyri venjing hjá spastiskum, eitt nú á deplinum Craighalbert Centre í Skotlandi, ið Lillemor Jernquist rekur. Grundgevingin hjá Spastikarafelagnum fyri at velja svenska venjingardepilin Move and Walk fram um, er, at har kunnu fleiri spastisk verða hjálpt, meðan bert trý smábørn kunnu fáa gagn av viðgerðini í Skotlandi. Á hvítusunnu vóru fakfólk frá Move and Walk í Føroyum. Tá vórðu 30 føroyingar við spastiteti og vøddasvinni kannaðir, og 29 teirra fingu tilboð um at koma til Svøríkis.
- Vit hava ikki slept skotska venjingardeplinum, men halda, at fleiri fáa gleði av tí svenska.
Næstforkvinnan í Spastikarafelagnum metir, at um 100 føroyingar eru spastikarar og hava vøddasvinn av slagnum faroe syndrom, ið er ein serlig vøddasjúka.
Bíðað leingi
Spastikarafelagið sóknast nú eftir, at Almanna- og heilsumálastýrið viðger tilboðið úr Svøríki. Tey hava sum skilst bíðað í fleiri mánaðir eftir svari, og undanførslan tey fáa haðani er, at arbeiðsbólkurin, ið er settur at viðgera alt økið, ikki er liðugur við sítt arbeiði. Men sambært næstforkvinnuni í Spastikarafelagnum, er hesin arbeiðsbólkurin ikki farin til verka enn, hóast fleiri mánaðir eru farnir, síðani hann varð settur. Í farna mánaði fekk arbeiðsbólkurin arbeiðssetningin frá landsstýriskvinnuni, umframt freistina at gera arbeiðið liðugt til 1. des. Tað nýggja er eisini, at umboð fyri Undirvísingar- og mentamálastýrið skal við í bólkin.
- Enn eru eingi fundarboð komin, og vit ivast nú í, um hann yvirhøvur fer til verka.
Jóhanna Johannesen leggur dent á, at tilboðið úr Svøríki er ikki bert eitt tilboð til føroysk rørslutarnað, men eisini fyri fakfólkini, ið dagliga eru um tey.
Undir eina millión
Í sínum tilmæli til Almanna- og heilsumálastýrið sigur Pál Weihe, læknastjóri, at tilboðið er mett at kosta uml. 750.000 til 1 millión krónur um árið.
- Frá felagnum hava vit mælt til at seta skipanina í verk undir heilsuverkið, tí Move and Walk hevur onnur tilboð at bjóða føroyingum, eitt nú fólk sum hava parkensonsjúkuna, schlerosu, og afasi. Kom skipanin undir heilsuverkið, kundi økisterapiiin komið í gongd beinanvegin. Í tí sambandi hava MBF, Spastikarafelagið, og Ráðið fyri brekað, ið er ráðgevandi nevndin hjá landsstýriskvinnuni, mælt til, at nøkur fólk úr hvørjum øki í Føroyum, verða send til Svøríkis við fakfólki, og tá ið tey koma heima aftur, tekur økisterapiin yvir, sigur Jóhanna Johannesen.
Eingin samskipan
- Vit sakna samskipan og at fáa møguleikar til tey spastisku, har tey verða lærd at brúka og útbyggja ymsan førleika, tú vanliga brúkar sum spastikari.
Fleiri foreldur at spastikarum hava søkt Happadráttargrunnin um stuðul. Happadráttagrunnurin ræður yvir eini peningaupphædd, sum foreldur at brekaðum kunnu søkja um hjálp úr. Av tí at so nógvar familjur søktu, fingu allar noktandi svar. Happadráttargrunnurin gjørdi síðani vart við, at ístaðin fyri at peningurin var býttur so smátt, at tað lítið munaði, vildu tey heldur stuðla tveimum fysioterapeutum í Føroyum at fáa útbúgving av Move and Walk.
- Av sínum eintingum hevur aðalstjórin í Almanna- og heilsumálastýrinum, Høgni Joensen, sum eisini er formaður í Happadráttargrunninum, tikið ta avgerð, uttan at spyrja hini í grunninum eftir, at peningurin, tvs. 60.000 krónur, í staðin skal brúkast til ein viðgerðarstovn í Føroyum. Henda framferðarhátt harmast bæði MBF, Spastikarafelagið, og hini í grunninum um, sigur Jóhanna Johannesen.