Sparikassin 150 mió. kr. í ábyrgdarpeningi

Føroyskir og útlendskir íleggjarar hava sett 150 mió. kr. av ábyrgdarpeningi í Føroya Sparikassa. Ansvarligi kapitalurin er fingin til vega umvegis eina lánsbrævarøð, sum verður skrásett bæði á Københavns Fondsbørs og á VMF marknaðinum á ICEX.
Føroyskir og útlendskir íleggjarar hava sett tilsamans 150 mió. kr. av ábyrgdarpeningi í Føroya Sparikassa. Hesin telur við ájavnt við eginpening, tá peningastovnar rokna solvens.
-Lánsbrævaútgávan er ein liður í at optimera okkara kapitalsamanseting. Ábyrgdarpeningur er bíligari enn partapeningur og gevur okkum soleiðis møguleika fyri at renta partapeningin betri. Hækkaði solvensurin, sum lánsbrævaútgávan ber í sær, skal brúkast aktivt í okkara virksemi, sum er nógv merkt av vøkstri og menning, sigur Marner Jacobsen, forstjóri í Føroya Sparikassa.
Ábyrgdarpeningurin er fingin til vega umvegis eina lánsbrævarøð, har fasta rentan er 5,385 prosent p.a. tey fyrstu fimm árini. Lánsbrøvini ganga formliga út í 2014.
Sparikassin hevur í morgun boðað Københavns Fondsbørs frá skrásetingini, ið verður framd í morgin. Lánsbrævið verður hartil seinni skrásett á VMF marknaðinum á ICEX, ið er íslendski virðisbrævamarknaðurin.