Sparikassastjóri: Nú ríða vit á aldutindinum

19,8 milliónir í reiðum peningi lógu eftir á kistubotninum hjá Norðoyar Sparikassa í fjør og bjartskygni er yvir vinnulívinum í Klaksvík



19,8 milliónir í reiðum peningi lógu eftir á kistubotninum hjá Norðoyar Sparikassa í fjør og bjartskygni er yvir vinnulívinum í Klaksvík. Allastaðni í býnum er stórt virksemi og við bryggjukant verða dagliga milliónavirði løgd upp á land.
-Eg haldi tó, at vit ríða á aldutindinum nú. Hetta kann ikki blíva við. Árið í fjør var ein sonn gáva til fiskivinnuna í Klaksvík. Norðoyar Sparikassi er tann fyrsti peningastovnurin í landinum til at merkja, tá tað gongur gott í fiskivinnuni, men sannliga eisini, tá tað gongur illa, sigur Eyðfinn Reyðberg, stjóri í Norðoyar Sparikassa.
-Hóast prísurin er nakað lægri í ár í mun til í fjør, so hevur ligið stak væl fyri við fiskiskapinum og úrtøkan man vera tann sama sum í fjør og vinna klaksvíkingar penging, so vinnir bankin eisini. Tað eru útróðrarbátar har manningarparturin longu nú liggur uppi á 150.000 krónur og hetta var tað sama sum teir vunnu fyri eitt heilt ár í fyrru helvt av nítiárunum, sigur Eyðfinn Reyðberg.
Og tað er eitt flott úrslit sparikassin kann vísa á í ár. Úrslitið er undan skatti er 24,1 milliónir krónum og eftir skatt 19,8 milliónir krónur. Hetta eru 25 prosent meira enn í fjør. Hetta er fjórða árið á rað, at sparikassin setir egið met tann rætta vegin.

Endurnýggja flotan
Eyðfinn Reyðberg sigur, at tað hevur gingið so gott seinastu árini hjá fiskivinnuni í Klaksvík, at vinnan hevur fingið dirvi at endurnýggja flotan. Sparikassin er við í fýra nýbygningum, sum hava heimstað í økinum, har Norðoyar Sparikassi virkar.
-Ikki færri enn fýra trolbátar til landleiðina verða bygdir í løtuni til okkara økið, og teir liggja frá 6-10 milliónir hvør. Bátarnir verða bygdir í Íslandi. Tveir skulu til Leivvíkar, ein til Haraldsunds og ein til Viðareiðis. Eg rokni eisini við, at eigararnir á teim allarbestu útróðrarbátunum fara at umhugsa at byggja nýggjar stálútróðrarbátar um eini tvey ár. Gongdin hjá hesum bátum hevur verið so góð seinastu árini, at teir eru førir fyri tíð og er tað nakað partur av fiskiflotanum, sum treingir til endurnýggjan, so er tað júst teir størru útróðrarbátarnir, sigur Eyðfinn Reyðberg, sparikassastjóri.
-Vit rokna árið 1994 sum ár null, tá vit fóru upp í vinnulívið. Vit hava í dag nógvar vinnuligar kundar og rokna eisini við at fáa fleiri í framtíðini.