Spanska elituherdeildin La Legión hevur ein innanhýsis fígginda, sum tað nú skal í hernað ímóti.
Blaðið El País hevur fingið fatur á einum skrivi frá hernaðarleiðsluni til leiðarar í Brigada de la Legión, har víst verður á, at nógvir hermenn viga ov nógv, og at nú mugu átøk setast í verk fyri at fáa vektina hjá teimum niður.
La Legión verður roknað sum fremsta herdeildin í spanska herinum, og hermenninir eru kendir fyri at kunna átaka sær krevjandi uppgávur og at verða sera væl fyri kropsliga.
Sambært skrivinum, sum El Páis hevur sæð og endurgevur, verður sagt, at ein hægri miðalaldur í La Legión og vantandi møguleikar fyri kropsligari venjing eru tvær av orsøkunum til, at hermenninir viga meira, enn teir plagdu at gera. Eisini verður sagt, tað er blivið meira góðtikið, at fólk – og hermenn – viga ov nógv, og tað hevur viðvirkað til, at alt fleiri hermenn eru blivnir ov prúðir.
Hernaðarleiðslan hevur nú gjørt eina ætlan fyri, hvussu BMI’ið hjá sponskum elituhermonnum skal lækkast. Tað skal gerast fyri kropsligum, sálarligum og heilsuligum átøkum, skrivar El País.