Spaniólar taptu dyst fyri Arsenal

Onkursvegna eydnaðist tað West Bromwich at vinna á Arsenal í dag. Serliga Mikel Arteta var ein góður 12. maður fyri West Bromwich.

Sjey dystir eru leiktir í Premier League í dag. Serliga var tað margháttiligt, hvussu Arsenal og nakrir ávísir spaniólar megnaðu at skjóta seg sjálvar í fótin og gera sítt til, at West Bromwich sigraði á Arsenal.

 

Á The Hawthorns tók West Bromwich ímóti Arsenal. Giroud legði Arsenal, sum væntað, á odda 0-1 eftir 28 minuttir. Longu eftir 14 minuttir var deyðsváttanin tó fallin yvir dagsins Arsenal-lið, tá ið Francis Coquelin varð útskiftur fyri 33 ára gamla Mikel Arteta. Hendan útskiftingin merkti, at onkursvegna spældi Arsenal 10 ímóti 12 restina av fyrra hálvleiki, tí at Arteta var í øllum førum til størri gagn fyri West Bromwich, enn hann var fyri Arsenal.

 

Eftir 35 minuttir gjørdi Arteta fríspark eitt sindur uttanfyri brotsteigin. At gera eitt slíkt fríspark er sum útgangsstøði ikki nøkur stór vanlukka. Men hetta frísparkið bleiv til eina vanlukku fyri Arsenal, tí at bólturin varð sendur innfyri, og har slapp James Morrison ótarnaður at seta bóltin í málið. Hvør var tað, sum hevði ábyrgd av at dekka James Morrison, men ikki gjørdi tað? Mikel Arteta.

 

Hetta var tó bara byrjanin upp á ræðuliga dagin fyri Arsenal og Arteta. Fimm minuttir seinni slapp West Bromwich ígjøgnum í vinstru síðu, har bólturin varð sendur innfyri. Inni í fimmmetrinum stóð Mikel Arteta klárur, og við hondini skumpaði hann bóltin inn um málstrikuna. Stutt eftir hávleikssteðgin var Arteta skiftur út aftur. Tað skal vera ósagt, um hann var skaddur, um Wenger vildi hava annan mann inn fyri hann, ella um Arteta sjálvur hevði ásannað, at tað var best fyri liðið, um hann ikki var inni.

 

Arsenal hevði tó ríkiligt av málmøguleikum at fáa stig burturúr dystinum. Nógvir málmøguleikar vórðu brendir í seinna hálvleiki, og tann størsti kom, tá ið Arsenal fekk brotsspark við minni enn 10 minuttum eftir. Santi Cazorla varð settur at skjóta, men í besta David Beckham- og John Terry-stíli gleið hann í somu løtu, sum hann skuldi sparka bóltin. West Bromwich vann 2-1 ímóti Arsenal.

 

Annars er eisini vert at nevna, at í løtuni er tað Leicester, ið hevur Claudio Ranieri sum venjara, sum í løtuni er oddalið í Premier League. Leicester vann 0-3 á útivølli ímóti Newcastle. Samstundis eydnaðist tað glóðheita framherjanum hjá Leicester, Jamie Vardy, at skora mál í tígginda Premier League-dysti á rað. Bert ein annar leikari hevur megnað at skora í 10 Premier League-dystum á rað, og tað var Ruud van Niestelrooy, ið framdi hetta bragdið í sínari tíð í Manchester United.

 

Manchester City hevur tó møguleika at yvirtaka oddasessin frá Leicester. Nú klokkan 17.30 tekur Manchester City á heimavølli ímóti Liverpool. Við sigri leggur Manchester City seg á odda í Premier League.

 

Úrslitini úr dagsins dystum í Premier League kunnu síggjast niðanfyri:

 

Watford-Manchester United 1-2

Chelsea-Norwich 1-0

Everton-Aston Villa 4-0

Newcastle-Leicester 0-3

Southampton-Stoke 0-1

Swansea-Bournemouth 2-2

West Bromwich-Arsenal 2-1