Í gjár komu tvey flutningsflogfør úr USA til Spania við 23 tonsum av gulli og silvuri, sum varð funnið í vrakinum av einum sponskum skipi, sum sakk fyri 208 árum síðani.
Amerikanska felagið Odyssey Marine Exploration fann vrakið úti fyri portugisisku strondini fyri nøkrum árum síðani. Talan var um eitt spanskt skip, sum var á veg heim úr Suðuramerika, men sum sakk eftir samanbrest við bretsk herskip í 1804.
Amerikanararnir tóku farmin úr skipinum og fluttu hann til Tampa í Florida uttan at siga myndugleikunum frá. Tá teir sponsku myndugleikarnir fingu at vita, hvat var hent, kravdi Spania alt fyri eitt at fáa farmin aftur, og eftir fimm ára togan hevur Spania fingið viðhald, og í gjár vóru tvey sponsk Hercules-flutningsflogfør í USA eftir tí virðismikla farminum, sum telur næstan 600.000 silvur- og gullmyntir umframt ymsar lutir.