Spania tørv á hjálp frá ES

Spanska stjórnin kom í gjár við einari rættiliga týðiligari ábending um, at landinum tørvar pengar til at hjálpa tí illa kroysta bankakervinum. Sambært blaðnum Financial Times ávaraði spanski forsætisráðharrin, Mariano Rajoy, um, at landið er í einari sera truplari støðu, og at tíðin er komin til, at ES má vísa, at evran verður varandi.

Spanski fíggjarmálaráðharrin, Cristobal Montoro, hevur sambært Bloomberg News sagt, at ES eigur at hjálpa landinum at útvega bankunum nýggjan kapital.

Mariano Rajoy segði í einari hoyring í tjóðartinginum í gjár, at Evropa eigur at styðja tey, sum eru í trupulleikum. Hann skoytti uppí, at tann størsti trupulleikin hjá Spania er, at landinum tørvar fígging og gjaldføri.