Spania sum Sahara

Meðan partar av Balkan standa undir í vatni eftir áhaldandi áarføri, er tað so turt í pørtum av Spania, at fólk noyðast at spara vatn.

Í Cordoba hava fólki biðið eftir regni í langa tíð, men enn er líka turt har. Sambært umhvørvismyndugleikunum hevur avfallið ikki verið so lítið tey seinastu 120 árini, og fyri fyrstu ferð í 15 ár hava myndugleikarnir verið noyddir at biðja fólk spara vatn. Serfrøðingar halda kortini, at stjórnin hevur bíðað alt ov leingi við sparingini, tí tað eru fleiri mánaðir síðani, at trupulleikarnir stungu seg upp har suðuri í landinum.

Samstundis eru tey í ferðavinnuni farin at stúra. Í Murcia er ætlanin at byggja 200.000 nýggj frítíðarhús, men sleppa fólk ikki at brúka vatn, koma tey ikki hagar at ferðast, og tí er ætlanin fyribils løgd til viks.

Har norðuri í Spania er øðrvísi. Har hevur tað regnað sum onnur ár, og bøurin er grønur. Har suðuri í landinum er bøurin gulur, og stór øki minna mest um tað oydna lendið í Sahara, skrivar AP.