Spæliplássið er ikki heilt vandaleyst

- Tað er ikki heilt vandaleyst at brúka spæliplássið í Froðba, fyrr enn fráboðað er, at spæliplássið er liðugt.

Í Tvøroyrar kommunu eru tey komin við einari áheitan, nú arbeitt verður við at gera spæliplássið í Froðba liðugt.

 

- Spæliplássið verður skjótt liðugt, men freistandi er sum vera man hjá børnum longu nú at royna tað, ið er sett upp. 

 

Soleiðis siga tey í Tvøroyrar kommunu, har tey herfyri komu við einari áheitan um at ansa eftir, nú alt ikki er liðugt. 

 

- Millum annað er undirlagið ikki lagt á. Tað er tí ikki heilt vandaleyst at brúka spæliplássið sum er.

 

Í Tvøroyrar kommunu verður tískil heitt á børnini um ikki at brúka spæliplássið í Froðba, fyrr enn kunngjørt er, at tað er liðugt.

 

Tað er tekniska deild hjá kommununi, sum kemur við hesi áheitan.