Sonevnda Silva-landið á Summar Festivalinum hevur nú báðar ítróttahallirnar í Klaksvík at búleikast í.
Silva-landið flutti innandura fyri tveimum árum síðani, eftir at veðrið fleiri ferðir hevði argað børn eins væl og vaksin.
Innandura spæliplássið hevur verið væl móttikið, og nú hallirnar í Klaksvík eru lagdar undir sama hatt, er avgerð eisini tikin um, at Silvalandið skal hava rúmari ræsur.
Badminton- og KÍ-høllin eru á festivalinum sambundnar við eini gongd, og soleiðis verður fermetratalið til børnini tvífaldað í mun til undanfarnu árini.










