Spældu við heilsuna hjá Lloris

Bretskir lækna og heilaserføðingar eru í øðini um, at Hugo Lloris ikki var tikin av vøllinum

Í gjár spældu Everton og Tottenham ein málleysan javnleik á Goodison leikvøllinum í Liverpool. Tað er tó ikki úrslitið, sum fótbóltshugað fólk í Onglandi tosa um, men heldur, at málverjin hjá Tottenham, Hugo Lloris ikki var tikin út, tá hann fekk ein løst í høvdið, aftaná ein samanbrest við tann sterka framherjan hjá Everton, Romelu Lukaku.

 

Franski Hugo Lloris fekk viðgerð uttanfyri vøllin, og í samráði við læknaliði hjá Tottenham kom hann inn aftur á vøllin, fyri at verja málið hjá Tottenham.

 

Hetta hevur fingið øði í læknar og heilaserføðingar í Bretlandi, sum halda, at Tottenham og venjarin, Andre Villas Boas hava víst stórt ábyrgdarloysið.

 

Bretskir læknar halda fast við, at altjóða gransking hevur prógvað, at tá slíkt hendir, so er tað einasta rætta at gera at taka tann, sum hevur fingið skaðan av vøllinum. Teir vísa, at tað finnast altjóðu reglur um hvussu ein skal viðgera heilaskaðar hjá fótbóltsspælarum, og venjarin og læknaliðið hjá Tottenham brutu hesar altjóða reglurnar við at senda Hugo Lloris á vøllin aftur.

 

Venjarin hjá Tottenham, Andre Villas Boas verjir sína avgerð við at siga, at Hugo Lloris var ógvuliga uppsettur uppá at koma inn aftur til dystin. - Vit settu hann aftur í málið hjá okkum, og vit meina, at tað var tað rætta valið, sigur Villas Boas við bretskar miðlar.