Í kvøld veit Reuters at siga, at russiski herurin í nátt fremur hørð rakettálop á ukrainska høvuðsstaðin, Kyiv.
Tað er borgarstjórin í høvuðsstaðnum, Vitali Klitsjko, sum ber hesi tíðindi.
Ukrainska loftverjan er virkin, og ein røð av spreingingum hava verið at hoyrt í Kyiv.
Vitali Klitsjko sigur, at vrakleivdir av niðurskotnum russiskum rakettum hava rakt ein íbúðarbygning í fimm hæddum.
Hetta hendi, sigur borgarstjórin, í Dniprovskyi-økinum á eystursíðuni av Dnipro-ánni.
Sagt verður, at eldur eisini er í einum háhúsum á hinari síðuni av Dnipro-ánni.
Vitali Klitsjko hevur heitt á neyðhjálparfólk at fara út í fleiri býarpartar í høvuðsstaðnum.
Ukrainska verjan sigur, at russiskar rakettir eru skotnar móti høvuðsstaðnum og fleiri øðrum regiónum í landinum.











