Spæla leygarkvøldið klokkan 19:00

Kappingarnevndin hjá Fótbóltssambandi Føroya hevur avgjørt, at dysturin millum Víking og EB/Streym verður spældur í annaðkvøld, leygarkvøldið klokkan 19:00

Dysturin í Sarpugerði í Norðragøtu millum Víking og EB/Streym í Betri Deildini hjá monnum verður spældur leygarkvøldið klokkan 19:00 - Mynd: Hans Erik Danielsen

Kappingarnevndin hjá Fótbóltssambandi Føroya hevur avgjørt, at dysturin millum Víking og EB/Streym verður spældur í annaðkvøld, leygarkvøldið klokkan 19:00.

 

Eftir ætlan skuldu Víkingur og EB/Streymur seta hol á 2. umfar í Betri Deildini hjá monnum fríggjakvøldið klokkan 18:00. Men nógvi vindurin í Sarpugerði i Norðragøtu hevði við sær, at dómarin, Dagfinn Forná ongantíð setti dystin í gongd.

 

Nú hevur kappingarnevndin hjá Fótbóltssambandi Føroya tikið avgerð um, at dysturin verður spældur í annaðkvøld, leygarkvøldið klokkan 19:00, skrivar FSF.

 

Dysturin í Sarpugerði í Norðragøtu millum Víking og EB/Streym í Betri Deildini hjá monnum verður spældur leygarkvøldið klokkan 19:00 - Mynd: Hans Erik Danielsen