Spælið ikki við heilsuna nýggjársaftan

Fyri sekstan árum síðani fekk Árant Hansen úr Gøtu stóran skaða í vinstru hond, tá ein skipsbumba brast í hondini á honum. Hann heitir tí á fólk um at vera varin við fýrverkinum í kvøld

Tað er nýggjársaftan. Um ikki so langa tíð skriva vit 1984 ístaðin fyri 1983.

Tann 22 ára gamli Árant Hansen, úr Gøtu, er, sum hini farin út at halda nýggjársaftan. Hann hevur bara einki fýrverk. Hann tímir ikki at »befatta« seg við tað, og tað ger ikki hugin betri, at veðrið ikki er so gott heldur.

Kortini er tað hann, sum fær skaðan tá til stykkis kemur. Onkur er har, sum hevur eitthvørt, sum Árant ikki kennist við, og tí stendur hann við í hondini tá tað brestur. Úrslitið er, at Árant fær stóran skaða í hondina av skipsbumbuni, sum tað vísir seg at vera tá avtornar.

Tey, sum hava hoyrt eina skipsbumbu bresta vita, at tað er ikki hissini brestur, og tí er ikki ilt at ímynda sær tann skaðan hon kann gera, um tú stendur ov nær.


Var heppin

í óhappinum

Hóast Árant fekk stóran skaða, so var hann kortini heppin, tá samanumkom. Hann fekk »bert« skaða í hondina, og hóast tað var ovmikið ringt, so fekk tað ikki beinleiðis ávirkan á lívsleið hansara frameftir.

? Soleiðis sæð var eg heppin, tí eg var júst farin á Læraraskúla tá óhappið hendi, so tað hevði eg valt sjálvur av egnum fríum vilja, sigur Árant, sum annars var til skips beint áðrenn hann fór á Læraraskúla.

? Men mann kennir seg so illa, at ein er so býttur at vera so óskettin, leggur Árant afturat.

So »heppin« sum Árant, eru kortini ikki øll, og tað skal eisini havast í huga, tá ein fer út um at spæla við fýrverkið gamlaárskvøld.

Ein løta í ósketni kann broyta allar tínar ætlanir framyvir, og tú verður ikki spurdur eftir.


Verið varin

Tí heitir Árant Hansen á øll tey, sum fara út at skjóta fýrverk á nýttárinum, at vera øgiliga varin.

? Brúki fýrverkið til tað, sum tað skal brúkast til, og ikki brúka tað at spæla við, sigur hann.

Í hansara føri var tað ymiskt av skipi, sum skuldi skiftast út, sum var komið í land, og hann kendi tað ikki. Tað fekk stórar avleiðingar fyri hann, og tí eiga øll børn at hava í huga, at tey ikki skulu fáast við fýrverk tey ikki kennast við.

Skaðin, sum kann standast av fýrverki, kann vera óbótaligur, og tað fer ikki at loysa seg, at oyðileggja sær framtíðina við aav ósketni.