Spælarar skulu lættari kunna skifta felag

Fótbóltur: Altjóða fótbóltssamgongan FIFA ætlar at geva fótbóltsleikarum frægari møguleikar at sleppa úr sáttmálum sínum uttan stórvegis revsing

Altjóða fótbóltssamgongan FIFA ætlar at broyta lógirnar fyri sølu av spælarum, so at spælarar framyvir lættari kunnu rýma frá sínum felag, hóast teir hava bundið seg við longum sáttmála

Nýggja uppskotið hjá FIFA er ein hóttan móti fótbóltinum í teimum smáu londunum, har feløgini ofta liva av at sela spælarar til útlandið. Í Danmark eru tað til dømis bara FC Keypmannahavn og Brøndby, sum kunnu vísa yvirskot, uttan at spælarar verða seldir útlandinum, og í øðrum norðurlondum er støðan tann sama.

FIFA ætlar, at ein fótbóltsspælari í størri mun skal verða ein vanligur arbeiðsmaður, sum fyri eitt minni endurgjald kann skifta arbeiðsgevara, hóast hann hevur sáttmála.

FIFA leggur upp til, at spælarin skal gjalda árslønina fyri tey árini, sum eru eftir av sáttmálanum, fyri at verða leysur av felagnum. Hetta vil siga, at spælarar framyvir fara at kunna skifta felag, uttan at nýggja felagið skal gjalda risastórar upphæddir.


Ávirkan á

føroysk feløg

Nýggja lógin hevði eisini fingið ávirkan á føroysk feløg, sum nú kenna til at selja spælarar av landinum. Um FIFA gera álvara av sínum hugskoti hevði tað havt við sær, at føroyskir spælarar kundu skift felag fyri enn minni upphæddir enn tær, sum feløgini hjá teimum í dag fáa fyri teir.

Og tá hevði tað verið fullkomiliga órealistiskt at droymt um milliónaupphædd fyri føroyskan spælara, tí grundarlag er ikki í lønini fyri at krevja stóra upphædd.

Forsetin í FIFA, Sepp Blatter, hevur áður havt á munni, at hann heldur tað verða rætt, at feløgini, sum hava uppalt spælarar, fáa endurgjald, tá spælararnir skifta til onnur feløg. Hevði slíkt uppskot fingið undirtøku, kundi tað havt fleiri inntøkur við sær til føroysk fótbóltsfeløg.

Hvat FIFA avger í málinum, er enn óvist, og í løtuni er ætlanin um at broyta lógirnar bert eitt hugskot, sum ítróttarráðharrarnir í ES streingja á fyri at fáa gjøgnumført.