Spælarar í Manchester forvinna mest pening

Millum seks teir best løntu spælararnar í Premier League, eru tríggir United-spælarar og tríggir City-spælarar

Liðini í Manchester, United og City eru fótbóltsfeløgini í Onglandi sum hava spælararnar, sum forvinna mest. 

 

Sjálvt um Harry Kane hjá Tottenham hevur skorað í 18 av 19 dystum, so er Harry Kane bara nummar 35 á listanum yvir teir spælararnar, sum forvinna mest.

 

Bretska blaðið, Daily Mail hevur gjørt eitt yvirlit yvir teir 10 spælararnar, sum forvinna mest.

 

Yvirlitið sær soleiðis út í bretskum pundum. Bretska pundið er 8,40 krónur í okkara peningi:

 

Paul PogbaMan Utd290,000 bretsk pund um vikuna
Romelu LukakuMan Utd250,000 bretsk pund um vikuna
Sergio AgueroMan City220,000 bretsk pund um vikuna
Yaya ToureMan City220,000  bretsk pund um vikuna
Zlatan Man Utd220,000 bretsk pund um vikuna
Kevin de BruyneMan City200,000 bretsk pund um vikuna
Eden HazardChelsea200,000 bretsk pund um vikuna
David de GeaMan Utd200,000 bretsk pund um vikuna
Virgil van DijkLiverpool180,000 bretsk pund um vikuna
CoutinhoLiverpool180.000 bretsk pund um vikuna
Harry Kane (35. best lønti spælarin í Premier League) 
Tottenham
110,000 bretsk pund um vikuna