Spæla ímóti Fraklandi í Guingamp

Um tað er fyri at geva fólki úti í provinsini møguleika at síggja franska landsliðið, ella um tað er tí talan er um, at mótstøðuliðið er føroyska fótbóltslandsliðið, kann ein bara gita um. Men heldur ikki hesaferð sleppur føroyska A-fótbóltslandsliðið at spæla undankappingardyst ímóti Fraklandi á Stade de France í París.

 

Hesaferð verður tað provinsbýurin, Guingamp - eisini nevndur Gwengamp á tí lokala Bretagne-málinum, sum verður heimavøllurin hjá Fraklandi ímóti Føroyum tann 10. oktober. Bretagne verður nevnt Breizh á tí lokala málinum. Talan er um fyrstu ferð í søguni, at Guingamp leggur vøll til ein A-landsdyst hjá Fraklandi, og tað eru tey sjálvsagt stolt av.

 

Men tað nýtist ikki at verða føroyingum ein vansi at teir skulu spæla í tí vakra landslutinum, Bretagne, sum hevur sítt egna mál, og sína egnu mentan. Tað kann eisini gerast ein ógvuliga jalig uppliving fyri føroysku spælarnar og føroysku áskoðarnar.

 

Føroyska landsliðið hevur áður spælt undankappingardyst í Lens og Sochaux. Næst og triðstørstu leikvøllirnir í Fraklandi, Stade de Velodrome í Marseille og Stade de Gerland í Lyon eiga vit eisini til góðar at spæla á. 10. oktober er tað mundið, tá avgjørt verður hvør kemur víðari úr undankappingarbólkinum til HM-endaspælið í Suður-Afrika.