Spæla í Graz og í Guingamp

Nú er ásett, hvar útidystirnir hjá føroyska A-landsliðnum í fótbólti móti Eysturríki og Fraklandi verða spældir í ár. Í Eysturríki verður spælt á UPC Arena í Graz, og er tann dysturin 5. September. UPC Arena er heimavøllur hjá Sturm Graz og Grazer AK. Tann 10. oktober spæla Føroyar í Fraklandi, og verður tann dysturin í Guingamp, sum liggur í útnyrðingshorninum av Fraklandi, Bretagne, tætt við Ermasundsstrondina. Fýra dagar seinni spælir landsliðið á útivølli móti Rumenia.