Klokkan 14.00 í dag skulu Føroyar royna seg móti favorittunum og vertunum úr Sveis.
Fyrr í dag spældu Litava og Finnland, og her vann Litava greiðan 35-24 sigur.
Hetta merkir at Føroyar og Sveis enda á jøvnum á fyrsta plássi um tað skuldi spurst føroyskur sigur burturúr.
Men í hesu støðu verða Føroyar betri enn Sveis innanhýsis, so tí merkir tað at Føroyar vinna bólkin, um tað skuldi hepnast so væl.
Tapa Føroyar hinvegin, so verður talan um eitt triða pláss, eftirsum at Litava hevur besta málmunin millum seg, Føroyar og Finnland.
So har er nógv at spæla um, tá ið dysturin, Føroyar - Sveis, verður leiktur klokkan 14.00 føroyska tíð.
FM1 sigur beinleiðis frá dystinum










