Ta ferðina var støðan, at EB/Streymur við tveimum dystum eftir var fimm stig framman fyri HB.
Og tann støðan er júst tann øvuta í dag. Tí skal EB/Streymur sjálvandi hava hjálp frá bæði KÍ og 07 Vestur, um gullið aftur skal til Margáir, men fyrst og fremst ræður tó um at vinna dystin móti ÍF, sum verður í dag klokkan 15.
Hjá ÍF varð tilveran bjargað við sigri á júst HB seinasta vikuskiftið, og so er spurningurin hvussu motivatiónin er hesaferð. Hartil má ÍF vera Bartal Eliasen fyriuttan, nú hann hevur fingið innanhýsis leikbann.









