Sovorðið tvætl havi eg aldrin hoyrt fyrr

Hvussu nógv hugsa tey ungu um samkynt hjúnalag?

Hvussu nógv hugsa tey ungu um viðurskiftini hjá samkyndum?

Hesin spurningurin var uppi og vendi í Løgtinginum nú ein dagin.


Í 2005 samtykti løgtingið eitt uppskot um ungdómsumboðan og nú vildi Bill Justinussen, tingmaður, hava at vita um ætlanin er at gera nakað við hetta.

Hann vildi eisini hava at vita, um nakað liggur í kortunum um at skipa eitt alment, politiskt ungdómsráð fyri Føroyar, eftir sama leisti sum Tórshavnar ungdómsráð.


Bill Justinussen heldur, at ofta verða mál viðgjørd í Løgtinginum, uttan at sjónarmiðini hjá teimum ungu hava verið partur av viðgerðini.

- Sera nógv mál, sum verða reist á Løgtingi, hava við gerandisdagin hjá teimum ungu at gera og tí er neyðugt at gera teirra hugsanir til dagligan part av viðgerðunum, helt hann.


Men orðaskiftið fekk eina óvæntaða vend, tá ið Gunvør Balle, tingkvinna fyri Tjóðveldi, helt, at tað var lagnunnar speiðsemi at hoyra Miðflokkin tosa um at geva ungdóminum størri ávirkan.

- Tí hvat er evnið, sum upptekur tey ungu allarmest, spurdi hon 

Og hon svarar sjálv: Tað er spurningurin um rættindini hjá samkyndum. Og orsøkin til, at ung eru so upptikin av tí, er kanska tí at tað verður tagt burtur í Løgtinginum, heldur hon.

- Men tað skal tigast burtur og tað er ikki at vísa teimum ungu virðing, hóast tað er nettupp hetta, sum tykist at vera endamálið hjá Miðflokkinum, segði Gunvør Balle.


Poul Michelsen, tingmaður fyri Framsókn, tók tráin upp og spurdi, hvat hevði hent, sluppu tey ungu at atkvøða um samkynd hjúnalag.

- Eg ivist ikki í, at Miðflokkurin hevði fingið ein skelk, helt Poul Michelsen.

Hann heldur, at tey ungu høvdu so avgjørt atkvøtt samkyndum hjúnalagi og hann vildi hava at vita um Miðflokkurin góðtikið eitt slíkt valúrslit, ella um hann hevði blokerað fyri tí, akkurát sum hann blokerar fyri at tinglimir í samgonguni sleppa at atkvøða eftir síni sannføring í etiskum málum.


Bill Justinussen svaraði, at Miðflokkurin er ein demokratiskur flokkur og at tað kundi ikki fallið teimum inn at forða fyri eini avgerð, sum er tikin á fólkaræðiligum grundarlagi.


Jenis av Rana helt, at hann hevði aldrin hoyrt makan til slíkt tvætl fyrr.

Hann sigur, at tað er tvætl, at tey ungu hugsa um samkyndleika.

- Tað er at undirmeta tey ungu, legði hann afturat.

- Tað eru nøkur heilt fá, sum gera tað. Tað eru heilt onnur viðurskifti, sum tey ungu hugsa um, sigur Jenis av Rana.


Hann sigir, at ein kanning í Danmark staðfestir, at tað eru umleið eitt prosent av fólkunum, sum eru samkynd, hóast felagsskapir hjá samkyndum siga, at tað eru 10 prosent.

Hann heitti á Gunvør Balle og tað, hann kallar LGBT flokkarnar, um at gevast við isolera seg enn meiri við at tosa um samkynd alla tíðina, tí tað økir bara um møguleikarnar hjá samgonguni at halda fram.

LGBT er felagsskapurin hjá samkyndum, tvíkyndum og transkyndum.