Eirikur Lindenskov
Um middagsleitið í gjár yvirtók P/F Klettur í Vági stásiliga íslendska trolaran, Bessa, sum nú eitur South Island.
Talan er um ein 10 ára gamlan rækjutrolara, sum er 60 metrar langur. Maskinorkan er upp á 3.600 Hk, og hann hevur eitt pelatrekk upp á 53,5 tons, og skrúvan er heilar 3,9 metrar í tvørmáti.
Álvur Mortensen frá skipsmeklaravirkinum, Maretec á Argjum, sum hevur staðið fyri handlinum, sigur við Sosialin, at skipið er í høga ísklassanum, B, hjá Det Norske Veretas.
10-12 mans fóru seinnapartin í gjár úr Íslandi við trolaranum, og vænta teir at vera á Vági í morgin.
Álvur Mortensen sigur, at skipið er í sera góðum standi og at skipari og manning lata sera væl at.
? Tá teir eru komnir heim skulu smávegis broytingar gerast á rækjuverksmiðjuni - og so fer skipið til fiskiskap, segði Álvur Mortensen, tá vit hittu hann í Íslandi í gjár.










