Sosialurin: Vænta hetta verður betur fyri sjúklingarnar

Tað sigur stjórin í Sjúkrahúsverkinum, nú avtalan við Kristján Skúla Ásgeirsson steðgar

Sjúkrahúsverk Føroya hevur avgjørt ikki at leingja sáttmálan við íslendska skurðlæknan Kristján Skúla Ásgeirsson viðvíkjandi viðgerð fyri bróstkrabba. Í staðin skulu føroyskar kvinnur nú viðgerast í samstarv við Aalborgs Universitetshospital. Tað váttar Jóanis Erik Køtlum, stjóri í Sjúkrahúsverki Føroya, fyri Vikuskiftis-Sosialinum.


Síðsta árið hevur ein fyribils avtala verið millum Sjúkrahúsverkið og íslendska skurðlæknan, men við nýggju avtaluni við danska sjúkrahúsið er greitt, at 10 ára gamla samstarvið millum Landssjúkrahúsið og Kristján Skúla Ásgeirsson steðgar 31. desember 2018.


- Nýggja avtalan við Aalborgs Universitetshospital umfatar alt økið, ið hevur við bróstkrabba at gera. Hendan avtalan umfatar diagnostikk, uppfylging, viðgerð og tann onkologiska partin. Vit vænta okkum, at tað verður betur fyri sjúklingarnar, at alt økið nú verður samlað í einari avtalu, sigur Jóanes Erik Køtlum við Vikuskiftis-Sosialin.


Les meira í Vikuskiftis-Sosialinum, ið fæst til keyps í sølubúðum kring landið.