Sosialurin: Ungar havnarkvinnur fluttar til Vágs

- Vágbingar eru ómetaliga blíðir, hjálpsamir og innbjóðandi, sigur 21 ára gamla Guðrið Patursson

Tær tríggjar ungu havnarkvinnurnar Guðrið Patursson, Rutt Agnarsdóttir og Elsa Jacobsen gingu á Ítróttaháskúlanum í Suðuroy seinasta várskeið. Tær høvdu góðar upplivingar og trivust so mikið væl í Vági, at tær gjørdu av at flyta til Vágs í august.

 

- Tá mann er uppvaksin í Havn, er tað onkursvegna okkurt friðsælt við at koma út á bygd á einari aðrari oyggj. Har er nakað heilt serliga hitandi við Vágs bygd, og vágbingar eru ómetaliga blíðir, hjálpsamir og innbjóðandi, sigur 21 ára gamla Guðrið Patursson.

 

At tríggjar ungar havnarkvinnur flyta til Suðuroyar má sigast at vera ímóti rákinum, og hetta hoyrdu tær eisini fyri frá fólki norðan fyri. Tær stórtrívast í Suðuroynni í dag.

 

- Suðuroyggin hevur ivaleyst at bjóða uppá. Har er altíð okkurt arbeiði, og um mann er opin, so eru nógvir møguleikar á oynni. Eg vænti og vóni, at har fer at henda nógv í Suðuroynni í framtíðini, sigur Guðrið Patursson.

 

 

Til ber at lesa alla samrøðuna og eitt størri tema um Suðuroynna í Vikuskiftis-Sosialinum, ið fæst til keyps í sølubúðum kring landið – blaðið fæst í talgildari útgávu á sos.fo