Sosialurin er nú farin undir nýggju Internetútgávuna av blaðnum. Hesaferð verður talan um eitt rættuliga fullfíggjað blað, har alt
tilfarið verður lagt út á netið hvønn dag. Fyrstu dagarnar eru líkasum ein royndartíð, har vit fara at royna skipanina, sum gjørd er til blaðaið. Seinni fara vit at kunna veita lesarum
okkara nógvar ymsar tænastur á Internetinum.
Fyrstu tíðina verður talan um eitt ókeypis tiltak, men tá tænastan
verður meira útbygd, er ætlanin at fólk skulu kunna abonnera upp á
tænasturnar, sum harfyri verða eins fullfíggjaðar, sum sjálvt blaðið.
Vit hava ikki almannakunngjørt tiltakið enn, men teir lesarar, ið hava viðmerkingar til okkara, eru vælkomnir at gera viðmerkingar.
© Sosialurin