Sosialurin misskilir við vilja

Edmund Joensen, løgtings- og fólka­ting­s­maður fyri Sambands­­flokkin
--------
Í somu løtu, Landsstýrið er sinnað at boða donsku stjórnini frá einum ynski um at tiðna blokkin, so inntøkurnar á føroysku fíggjarlógini kunnu vaksa, er fólkatingsmaðurin hjá Sambandsflokkinum til reiðar at virka fyri málinum í Fólkatinginum
 Oddagreinirnar í Sosialinum eru stundum ... skulu vita siga, áhugaverdar.
 Avmarkað er, hvussu nógva orku man skal brúka uppá rættleiðingar, men lat meg tó gera nakrar stuttar viðmerkingar til oddagreinina í Sosialinum tann 25. jan.
 Har førir blaðið fram, at nú Edmund Joensen aftur gerst tungan á vágskálini í donskum politikki, kann hann syrgja fyri, at fastfrystingin av ríkisveitingini verður strikað.
 Hvør skal siga: Nú ræður Edmund í Fólkatinginum og í stjórnini, so nú kann hann, einsamallur maður, “tiðna blokkin”..
 Soleiðis hanga tingini sjalvandi ikki saman í veruleikanum. Tað vita tey flestu. Eisini blaðstjórnin á Sosialinum. Men lat okkum skera tað út í papp.
 Tað var táverandi landsstýrið, ið tók vanlukkuligu avgerðina um at heita á donsku stjórnina um at skerja og síðani fastfrysta blokkin, ið annars eigur at verða reguleraður á hvørjum ári.
 Tí er tað eisini upp til Landsstýrið at heita á donsku stjórnina um at tiðna blokkin aftur.
 Higartil hevur Landsstýrið – eisini núverandi ABC-landsstýrið – ikki vilja tikið hesa avgerð.
 So seint sum tann 22. september í 2009 gav landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Jóannes Eidesgaard, ið eisini er formaður í Javnaðarflokkinum, donsku stjórnini boð um, at ongin broyting skuldi heldur fremjast í ríkisveitingini fyri 2010.
 Við øðrum orðum: Vælferð hjá føroyingum fyri milliónir varð tveitt út gjøgnum vindeygað. Tað havi eg víst á áður, og eg skal gjarna gera tað enn eina ferð.
 Júst í hesum døgum rakar hetta teir veiku samfelagsbólkarnir hart. Komandi ár verða hesir bólkar upp aftur harðari raktir, tí tá skal veruliga sparast á almenna budgettinum.
 Hetta veit blaðstjórnin á Sosialinum eisini.
 Eitt er tó púra vist: Í somu løtu, Landsstýrið er sinnað at boða donsku stjórnini frá einum ynski um at tiðna blokkin, so inntøkurnar á føroysku fíggjarlógini kunnu vaksa, er fólkatingsmaðurin hjá Sambandsflokkinum til reiðar at virka fyri málinum í Fólkatinginum.
 Eisini tað munnu tey vita, ið skriva oddagreinar í Sosialinum. Men tey hava helst eina heilt aðra interessu í málinum.