Sosialurin: Løgmaður spentur upp á Sambandsflokkin

Tað er eingin loyna, at stríðið millum andstøðu og samgongu hevur verið serstakliga hart í hesum valskeiðinum, har serliga teir stóru flokkarnir í føroyskum politikki, Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin í samgongu og Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin í andstøðu, hava staðið langt frá hvørjum í stórmálum sum fiskivinnunýskipanini, pensjónsnýskipanini og stjórnarskipanini.


Men hóast ósemjur hava verið gerandiskostur hetta valskeiðið, so tykist Aksel V. Johannesen, løgmaður, at vóna, at serliga ein av teimum stóru andstøðuflokkunum fer at leggja á annan bógv, nú farið verður undir síðstu tingsetuna í hesum valskeiði.


- Tað verður spennandi um vit fara at síggja nakrar broytingar hetta seinasta árið í hesum valskeiðinum. Kanska serliga fer Sambandsflokkurin at medvirka og fáa sær ávirkan á mál, sum verða atkvødd ígjøgnum í tinginum, sigur løgmaður í samrøðu við Vikuskiftis-Sosialin.


Í blaðnum hesaferð er ein longri samrøðu við Aksel V. Johannesen, løgmann, um hvat liggur fyri framman komandi tingsetu og avrikini hjá samgonguni. Til ber at keypa blaðið í sølubúðum kring landið.