Sosialurin er í London

Í sambandi við, at finalan í The Global Battle Of The Bands verður hildin í The London Astoria í kvøld, er Sosialurin í London.

Í blaðnum í morgin verður frásøgn frá finaluni, har vit frætta hvussu leikur fer, tá Deja Vu kappast við bólkar úr 24 øðrum londum.
Vónin er, at Deja Vu eins og Marius verður millum teir bestu 6, ið eru teir bólkarnir, ið man fær at vita støðuna hjá. Einki verður sagt, um hvør er á 7.-25. pláss, so tí er at vóna at bólkurin verður millum teir seks fremstu. Deja Vu hevur í føroysku finaluni megnað at vunnið á finalistinium í fjør Marius, tí eiga vónirnar at vera rættiliga góðar um, at bólkurin megnar at fáa eitt gott úrslit.