4.169 kr. um mánaðin – tað er óoffisiella føroyska fátækramarkið í dag! Tað nýtist ongin forkláring um, at hetta røkkur hvørki til eitt ella annað – tað røkkur ikki til helvtina av tí, tú hevur brúk fyri til lívsins uppihald.
Men hesar 4.169 kr. – tað er upphæddin, sum Almannastovan sambært forsorgarlógini skal leggja sum tann sosiala grundupphæddin, ið ein borgari í Føroyum í 2011 hevur krav uppá.
Hetta er so, tí at í forsorgarlógini er ásett, at tað er grundupphæddin í fólkapensjónini, sum skal vera grundleggjandi veitingareindin í sosialu tryggingarskipanini í Føroyum. Hendan grundupphæddin er í dag 4.169 kr. fyri ein stakan og 3.313 kr. fyri ein giftan pensjonist.
Hetta var eisini upphæddin fyri 12 árum síðani, tá tásitandi fullveldislandsstýri setti prístalsreguleringina av grundupphæddini úr gildi. Grundupphæddin varð fryst fast til 1999-støðið, og er tað sama enn tann dag í dag.
Í sama tíðarskeiði er prístalið hækkað 25%. Tvs. at tann sosiala grundeindin, sum í 1999 hevði eitt virði uppá 4.169 kr., í dag skuldi verið 5.211 kr. fyri at fylgt við prísgongdini. Men sjálvt tað røkkur onga leið.
Tí skulu vit nú áseta eitt vælgrundað fátækramark, sum ein rímilig minstaupphædd, ið eitt húski í dagsins Føroyum hevur fyri neyðuni, fyri at kunna liva eitt sámiligt lív.
Vit fáa neyðuga vitan um inntøkugrundarlagið úr nýggi livikorskanningini, sum Hagstova Føroya leggur síðstu hond á í hesum døgum.
Nú skulu vit fáa hesa vitan inn í eina endurskoðan av okkara forsorgarlóg. Hetta nýtist á ongan hátt at merkja, at útreiðslurnar til forsorgarhjálp skulu økjast samsvarandi. Tí tað eru veitingar, sum í dag verða veittar øllum, uttan mun til inntøku, tí ríka eins og tí fátæka. Tað eiga vit í ávísan mun at gera upp við, so tey ríka kunnu gjalda fyri seg sjálvan, meðan hjálpin verður betri og kann gera størri mun hjá teimum, sum veruliga hava hana fyri neyðuni.