SOS International, stórsti alarmsentralur í norðanlondum

Í fótbólti kann avleiðingin av reyða kortinum verða eitt brotsspark, men tá farið verður uttanlands við bili, kann reyða kortið verða avgerandi fyri, um ferðin eydnast ella ikki.

Magnus Gunnarsson



Eykalutir loftvegis

Stórsti alarmsentralur í Norðanlondum er á Frederiksberg í Danmark. Har arbeiðir eitt nógv virt altjóða lið við at hjálpa skandinavum, sum hava trupulleikar við bilinum, og teimum sum eru vorðin sjúk víðari í frítíðini ella við heimferðini, um tað er neyðugt.

Uppgávurnar eru nógvar hjá SOS International á Frederiksberg, har 110 tryggingarfeløg hava sína felags hjálparmiðstøð. Serliga í summarfrítíðini avgreiðir SOS eina óteljandi mongd av áheitanum frá fólki úr t.d. Danmark, Svøríki, Noreg og Finnlandi eins og úr Føroyum, sum hava trupulleikar á biltúrinum sunnanfyri.

Hjá summum er tað so álvarsligt at brúk kann verða fyri sjúkrabili ella talan er um eitt deyðsfall. Á miðstøðini verður tosað á ymiskum málum, so sum fronskum, grikskum, týskum sponskum o. s. fr. Serliga á týskum, tá trupulleikar ofta eru á teim týsku motorvegunum. Nakrar umstøður eru meira krevjandi enn aðrar, men øll skulu hava hjálp, eisini um ein bilur er uppstøðgaður fyri bensin. Um eykalutirnir eru ringir at fáa hendur á, har ferðafólkini eru stødd við bilinum, verða teir sendir loftvegis við skundi, um tað so er til Marokko, Ísrael, ella hvar tað skal vera.


Holla vitan um bilar

Fólk eru á alarmsentralinum alt samdøgrið. Um dagin kunnu vera heilt upp til 35 starvsfólk, sum umframt at duga mál, eisini skulu hava holla vitan um bilar, so tey kunnu tosa um umvælingartørvin við bilverkstøðini og sýnsmenn. Eisini hava tey tilknýti til læknar, serlæknar, sjúkrahjálparar, sálarfrøðingar ella til kreppuhjálp sum verður tilkallað, tá brúk er fyri tí.

Tá tørvur er á hjálp, eru øll vælkomin at ringja til SOS og spyrja seg fyri og fáa vegleiðing, sjálvt um bilurin ikki er kaskotryggjaður.

Persónsflutningur er ein stórur partur av arbeiðinum hjá SOS, sum seinasta ár viðgjørdi 25.000 persónssakir fyri tryggingarfeløgini. Hetta var ein øking uppá 13 prosent frá 1998.

SOS hevur samband við meira enn 30.000 størri og minni fyritøkur, so sum bilverkstøð, bilaútleigarar, gistingarhús og sjúkrabilatænastur.


Óneyðugar tryggingar

Michael Klitvad, varastjóri hjá SOS International, heitir á fólk um at seta seg væl inn í tað, sum teirra tryggingar umfata. Tað vísir seg ofta, at tá fólk keypa ferðaseðlar á ferðaskrivstovum, tekna tey ofta fleiri tryggingar, sum tey frammanundan hava goldið fyri hjá tryggingarfelagnum.

Kelda: FDM / Motor