Sorg, tragedia og deyðin. Havið og grindadráp og SJ Mikines

-SJ Mikines hevur við síni list givið Føroyum so ófatuliga nógv, ein gáva, ið ikki kann virðast ov høgt skrivar listamaðurin Øssur Johannessen í hesum hugleiðingunum rundanum um listina hjá S. J. Mikines.

Øssur Johannessen
????????????????????
SJ Mikines er stóri klassikarin í føroyskari list, verður mettur at vera faðir at føroysku listini. Hann verður sagdur at vera Føroya fyrsti profesionelli listamaður. Mikines innleiddi tann seriøsa partin av føroyskari list, skrivaði Willliam Heinesen. Eg eri als ikki samdur í hesum. Før-oya fyrsti seriøsi profesionelli listamaður var Niels Kruse av Eiði, sum gjørdi nøkur einastandandi natúralistisk meistaraverk m.a. av Eiðisvatni ein heystardag, men listin bleiv ein lívsavbjóðing fyri SJ Mikines, sum kravdi nógv stríð, líðingar og sálarkvøl.
SJ Mikines var føddur í 1906 í Mykinesi. Sum ungur var hann sera musikalskur, tað var hann sjálvsagt alt lívið, hann sang og spældi violin og klaver. Hann bleiv á ungum aldri brúktur sum sangari longu, tá ið onkur var deyður og skuldi syngjast út. Deyðans álvara lærdi hann at kenna longu sum heilt ungur. Hann fór á Kunstakademiið í Keypmannahavn og hevði Ejnar Nielsen og Aksel Jørgensen sum professarar, serliga fyrstnevndi kom at hava stóran týdning fyri Mikines.
Longu sum 28 ára gamal málaði hann nøkur av sínum høvuðsverkum, m.o. Sakn í 1934 og Aftur av Gravarferð í 1937. Hansara myrka tíðarskeið sum listamaður vardi í 10 ár. William Heinesen kallaði hetta tíðar-skeiðið Mikinesar passiónsmusik og skrivaði seinni at lívið hjá Mikinesi bleiv ein listarligur Jákupsbardagi. Fleiri tragiskar syrgiligar hendingar løgdu í 30?unum lunnar undir hansara tragisku høvuðsverk. Í 1934 gingu tvær sluppir burtur og 43 menn sjólótust, sum fólk í Mykinesi kendu væl. Tvey av syskjunum hjá Mikines doyðu av tuberklum og pápi hansara doyði eisini í 30?unum.
30?ini vóru ein ónd tíð hevur Mikines sagt í einari samrøðu. Eg var so langt niðri í depressiónini og vónloysinum. Í myndini Saknur síggja vit tríggjar kvinnur sita í stovu, allar í svárari sorg aftaná tragediuni úti á havinum, sum hevur gjørt tær til einkjur. Tað er heilt tíðiligt, at hetta eru kvinnur, Mikines hevur kent og hetta er nakað, hann hevur sæð og upplivað, men tað er fyrst og fremst hansara egnu sorg, líðingar og sálarkvøl, ið hann málar. Málningurin Aftur av gravarferð varð málaður aftaná, at pápin var deyður. Mikines hevði Edward Munch sum sína størstu fyrimynd og Munch hevur eisini málað nógv um deyðan. Hann misti mammu sína, tá ið hann var heilt ungur og hartil eisini systir sína. Mikines var nógv ávirkaður av Edwardi Munch og tað sæst heilt tíðiliga, hann hevur bæði lænt og stolið nógv hugskot frá Munch. Men hesar døkku myndirnar um sorg, tragediu og deyðan eru so mikið ektaðar, erligar og djúpar, málaðar av egnari líðing og myrkari depressión. Og tað merkist tíðiliga; hesin myrki stemmningurin streymar tær á møti og fer beint inn, tá ið tú stendur framman fyri hesum málningunum í Listaskálanum. Hesir málningar eru málaðir við innlivan og eyðmjúkum kenslum úr einum píndum hjarta, tað er høvuðsorsøkin til, at teir gera so stórt inntrykk.
Mikines málaði eina sjálvsmynd í 1933, eins og nógv onnur listafólk í Føroyum var Mikines sinnissjúkur og plágaðist av hes-um alt lívið, og hetta sæst týði-liga aftur á forpínda, álvarsama og depressiva andlitsbráðnum. Eyguni eru myrk og kraftig og handan eyguni finst eitt ræðuligt myrkur av depressiónum og psykiskum líðingum. Henda sjálvsmyndin útstrálar eisini sjálvsálit, og hansara listarligu dreymar og ambitiónir streyma tær í møti, sum um hann sigur ?eg skal nokk koma upp á toppin á tí størsta fjallinum í Føroyum", og tað kom hann eisini. Hetta er ein samansett mynd, ið útstrálar bæði ovurviðkvæmi og galsskap í andlitsbráðnum. Tá ið tú hyggur at hesari myndini er tað sum um, at listamaðurin noyðist at koma til sættis við sína lagnu, sum um at hann setir sálina hjá sær frammanfyri spegilin og hann sær, at við stóru listarligu gávunum fylgja ræðuligar plágur. Hetta eru treytirnar, ið Guð hevur givið honum. ?Eg fati ikki, at fólk ikki síggja deyðan í sama vakurleika sum tey síggja lívið" segði Mikines einaferð.
Myndin av móðir míni er djúpt religiøs mynd, har ið Mikines við eyðmjúkum kenslum, virðing og kærleika avmyndar mammu sína og hennara religiøsu kristnu trúgv. Hennara boygda høvd endurspeglar tað at hon undirgevur seg og boyggir seg fyri kristnu trúnni. Hetta er ein sjáldsama sterk, kensluborin og erlig mynd, og hartil sera einføld. Andlitið skínur í myrku stovuni, hendurnar eru savnaðar saman í álvarsligari bøn. Myrki svarti liturin í sjallinum nærmast skínur í sínum vakra inniliga klangi. Tann svarti liturin er ikki bara málaður men eisini upplivaður og Mikines kendi svarta litin.
Mynd av faðir mínum er eisini málað við inniligheit og eyðmjúkum kærleika. Myrku eyguni eru klók og kensluborin og livandi. SJ Mikines segði, at hann hevði listagávurnar frá pápa sínum. Dunga Hans Pauli frá 1934 er enn eitt meistarligt portrett hjá Mikines. Tað er heilt tíðiligt at listamaðurin bæði kennir og dámar henda mann, sum hann hevur avmyndað. Ein ektaður føroyingur í føroyskum klæðum og hartil eitt náttúrumenniskja. Litirnir eru eisini føroyskir.
Mikineskona frá 1934 er helst besta protrettmynd, sum Mikines málaði. Bárður Jákupsson kallar hesa mynd eina av teim vakrastu kvinnumyndunum í norðurlendskari list og eg kann ikki annað enn vera samdur við honum í hesum. SJ Mikines kom saman við og var partur av einum intellektuellum umhvørvi sum umfataði vinfólk so sum skøldini Janus og Hans Andrias Djurhuus, Richard Long, Christian Matras og Karstin Hoydal og serstakliga William Heinesen.
Fólk við havið frá 1942 er ein mynd av einum føroyskum pari, ið hyggur út á havið. Har er eitt mystiskt og guddommiligt ljós, sum lýsir yvir havið. Hetta er sólin men sólin er í hesum førum eitt symbol uppá Guð sum tað upprunaliga kærleiksljósið haðani vit øll koma frá. Grá skíggj síggjast eisini men ljósið er tann alt dominerandi kraftin í hesi mynd.
Spakuligani sum tíðin leið fór Mikines vekk frá tí myrka tíðarskeiðnum frá 30?unum og arbeiddi meira koloristiskt í litum. Umframt svart og reytt var hann eisini ein meistari í at mála grønt, sum vit kenna so væl í Føroyum. Um summarið er so nógv grønt, grasið og fjøllini. Onnur føroysk listafólk hava eisini dugað at mála grønt, m.o. Frimod Joensen, Torbjørn Olsen, Rannvá Mortensen og ikki minst Arnold Vegghamar.
Postbáturin frá 1955 er ein mynd av fiskimonnum, sum siga konum sínum og næstringum farvæl. Harða arbeiðslívið á sjónum er fíggjarliga grundarlagið í føroyska samfelagið byggir á. Havið gevur og havið tekur. Hetta er ein døpur mynd, ið sigur frá longsli og ótta. Fólkini, havið og báturin renna saman í eina nátúrreligiøsa heild. Mikines var eins og Niels Kruse ein meistari at mála brim og hav. Mykines er jú brimpláss og SJ Mikines hevur frá tí at hann var smádrongur upplivað hetta. Hann hevur tíðliga studerað ljós og litbrigdini í havinum, briminum og somuleiðis organisku og dramatisku rørslurnar í havsins friðleysu aldum.
Súgur við Lendingina frá 1952 er eitt av høvuðsverkum Mikinesar. Myndin er øll eitt stórt musikalskt ljómandi blágrønt brot við sjálvlýsandi hvítum litbrøgdum. Hetta øðiliga brotið loypir beint á áskoðaran. Henda myndin er eitt gott dømi um dramatisku kreftirnar, sum búgva í havinum og føroysku náttúruni.
Slættaratindur frá 1940 er mynd, sum Mikines hevur málað. Niels Kruse hevur málað sama motiv og Mikines er tíðiliga ávirkaður av honum. Men myndirnar, sum Niels Kruse gjørdi av Slættaratindi eru nógv betri tí hetta landslagið stendur honum nærri. SJ Mikines málar sínar bestu myndir úr heimbygdini, tí her hevði hann sínar røtur.
Drykkjumaður frá 1943 er vertshúslýsing úr Keypmannahavn, har ið Mikines búði megin-partin av lívinum. Fremst á myndini situr ein fullur ólukkuliga forelskaður maður meðan kvinnan, hann hevur hug á, fríggjar við einum øðrum. Hann er í sorg og um at detta av og verturin hyggur ørkymlaður at. Mikines kom nógv saman við donskum listafólki, eitt nú Henry Heerup og Laurits Harts. Hann var eisini ávirkaður av danskari list, eitt nú av Jens Søndergaard og Oluf Høst sum hann vitjaði á Bornholm. Í 1955-56 málaði Mikines fleiri myndir av Tofta-vatni, hetta var uppgáva, ið abbi mín, Niels Pauli Hansen, kallaður arkitekturin av Glyvrum, bílegði frá honum, tá ið hann var borgarstjóri í Nes Sóknar Kommunu. Ein lækni skuldi hava málningarnar til gávis og í skuffuni hjá abba mínum lógu tvey hondskrivað brøv, sum Mikines skrivaði til hansara. Mikines kom inn á Skálafjørðin og abbi koyrdi hann út á Skorðhæddina, har ið Mikines gjørdi skitsur. Tá ið Mikines kom inn til abba í heimstovu á Glyvrum og sá málning av Sigmundi Petersen á vegginum, segði hann bersøgin, at handa myndin hevði riggað betur á ranguni. Abbi tók myndina niður alt fyri eitt og gav hana burtur.
SJ Mikines málaði nakrar religiøsar myndir, eitt nú Jesus á Genesaretvatni frá 1944. Fleiri útróðramenn sita í báti og Jesus hómast við gullitari auru á sjónum umgyrdur av grønlitum havið. Teir hyggja undrandi og bergtiknir at honum.
Og so koma vit til tey myndaevnini, sum SJ Mikines fram um alt annað er kendur fyri at dyrka. Grindadrápsmálningarnir eru mangir í tali í hansara umfatandi produktión. Mikines málaði í hesum myndum øðiliga dramatikkin, um stríðið fyri at yvirliva, at fáa mat á borðið og ræðuliga týningina av hvalunum og alt tað reyða blóðið. Richard Mortensen, heimskendi abstrakti danski listamálarin, sum gekk á akademinum saman við Mikines, skrivar einastaðni at meðan hann málaði eina mynd av dreingjum sum svumu í ljósabláum og Mikines dapur og besettur málaði svart og eina ørgrynnu av reyðum. Men hví alt hatta reyða, spurdi Richard Mortensen Mikines, hatta er ikki hav, hatta er blóð svaraði hann. Tann dagin fekk eg lykilin til Føroyar, skrivar hann. Men grindadrápsmyndirnar hjá Mikines fortelja eisini um psykiska bardagan, ið hann stríddist við. Einaferð eg møtti Karen Joensen Mikines, seinnu konu Mikines, í Føroyahúsinum í uml. 1995, segði eg við hana, at eg uppfataði ikki grindadrápsmyndirnar bara sum grindadráp men líka so nógv ein psykiskan kamp hjá listamanninum, menninir við spjótunum vóru depressiónirnar, ið lupu á, hvalirnir vóru sensitiva psykan hjá listamanninum og so málaði hann sítt psykiska blóð á løriftið. Ja, segði hon og hugdi imponerað og gav mær sítt hemmiliga telefonnummar, tíanverri var eg ongantíð og vitjaði hana. Eg havi ongantíð stungið ein hval, segði Mikines í eini samrøðu. Mikines byrjaði at mála grindadrápsmyndirnar undir krígnum og tær endurspegla væl sagtans eisini krígsins óndskap. Tann reyði liturin er tann sterkasti og mest intensi, hann symboliserar bæði kærleika men eisini líðing og deyðan. Reytt er fyrst og fremst ein blóðlitur og sólin er reyðlitt, tá ið hon fer niður.
SJ Mikines málaði nógvar góðar myndir og nøkur meistaraverk men hann málaði sanniliga eisini nógv lort. Myndirnar hjá honum eru sera dýrar og framsýningarnar, ið eru gjørdar í Danmark eftir hansara deyða, eru framúr væl vitjaðar og fagnaðar. Sum áður nevnt, var SJ Mikines ein plágað sál og stríddist við sinnissjúku og eisini alkohol og rúsevnismisnýtslu mesta partin av lívinum og hann endaði syrgiliga síni síðstu sjey ár á sinnissjúkahúsinum Skt. Hans í Roskilde. Í eini sjónvarpssamrøðu frá sjúkrahúsinum hugdi hann rundanum seg og segði bersøgin og beitskur við arrogantari rødd ?og nu sidder jeg her blandt alle disse idioter". Men lat okkum fyrst og fremst minnast hann sum tann veruliga listamannin, hann var. Hann lýsti Føroyar, menniskjans kor í náttúruni, havið og brimið, heimbygdina, sorg, tragediu og deyðan, grindadráp, portrett og menniskjalýsingar við ektaðari religiøsari og melankolskari kenslu.
Eg droymdi um Mikines, at hann kom yvir til mín úr myrkri og rósti mær fyri mínum myndum og segði ?hygga morgunroðin har" og so vaknaði eg. Eg var og vitjaði hansara grøv í Vestre Kirkegaard úti við Sydhavn í Keypmannahavn. Har var ein góður stemmningur á grøvini og eg fekk tíðiliga ta fatan, at hansara sál umsíðir hevði funnið frið. SJ Mikines hevur við síni list givið Føroyum so ófatuliga nógv, ein gáva, ið ikki kann virðast ov høgt.