Sophus og Andreas venja kvinnurnar hjá Kyndli

Heimasíðan hjá Kyndli boðar í dag frá, at Sophus Dal-Christiansen og Andreas F. Hansen eru settir venjarar fyri komandi kappingarár.

 

Kyndil hevur gjørt avtalu við Sophus Dal-Christiansen og Andreas F. Hansen um, at teir báðir venja besta kvinnuliðið hjá Kyndli. Seinastu trý árini hevur Geir Wardum staðið á odda fyri liðnum, men hann ynskti ikki at halda fram, og tí skuldu nýggjar venjarakreftir taka við liðnum

 

Sophus Dal-Christiansen og Andreas F. Hansen eru báðir útbúnir hondbóltsvenjarar og hava drúgvar royndir sum spælarar á besta mansliðnum hjá Kyndli. Sophus vandi kvinnurnar hjá Kyndli, tá tær seinast vunnu FM í 1998 og 1999. Andreas hevur seinastu átta árini verið altjóða dómari saman við Eyðuni Samuelsen.

 

Andreas og Eyðun hava nú gjørt av at leggja floytuna á hillina, og hetta hevur so við sær, at Andreas kann gerast virkin í felagsarbeiði. Hann og Sophus hava kallað inn til spælarafund í annaðkvøld, og har fara teir at greiða frá sínum ætlanum við kvinnuliðnum næsta kappingarár, skrivar heimsíðan hjá Kyndli.