Í 1985 lat eitt savn við 550 verkum hjá spanska listarmanninum Pablo Picasso upp í París. Savnið hevur umleið 300 málningar og 250 skulpturar at sýna fram.
Í 2009 lat savnið aftur, tí umvælingar skuldu gerast, og síðani hevur savnið verið stongt, hóast upprunaliga ætlanin var, at tað langt síðani skuldi verið latið uppaftur.
Seinastu boðini vóru, at Picasso savnið í París umsíðir skuldi lata upp til summarið, men nú hava myndugleikarnir boðað frá, at savnið letur ikki upp fyrr enn í heyst.
- Eg stúri og eri keddur. Tað er óvirðiligt, at savnið ikki letur upp aftur, sigur Claude Picasso, sum er sonur Pablo Picasso.
Hann heldur, at Frakland leggur einki í Picasso, og tí gongur tað so seint við umvælingunum av savninum.
Franska mentamálaráðið hevur annars brúkt 380 milliónir krónur til renovering av savinum, og sambært myndugleikunum er trupulleikar við at gera avtalur við teir 40 vaktirnar, sum skulu starvast á savninum. Tí er upplatingin av savninum útsett.









