Sonur Armgarð og Hans Christoffer gjørdist kendur lærari

Tað er ikki nógv, sum kann skrivast um Hans Christoffer, verson Jens Wenningstedt, hvørs navn er á gravstaðnum. Men C.M. Olsen skriv­ar 14. November 1849 at hann gav “Brudegave til Hans Chr. Jacob­sen og Armgardt 2 rd.”
Tað kann sigast nakað um son teirra Hans Marius.
Tingakrossur skrivar minning­ar­orð um hann, tá ið hann doyði í 1944:

H. M. Jacobsen fyrrverandi lær­ari, doyði týsdagin 19. september eftir stutta sjúkralegu. Hann var føddur í Havn 25. juni 1866. Hóast aldurin var nakað høgur, komu deyðsboðini dátt við, tí Jacobsen hevði alla ævi sína verið likamliga sterkur, ja, risa­sterkur.
Sum ungur gekk hann í realskúla í Havn og fór til Danmarkar at taka preliminerprógv, ið tá ikki kundi fáast í Føroyum. Hetta prógv tók hann 1886 frá tí gitna Efterslægtens skúla. Heimafturkomin var hann á skrivstovu í Havn, men fór aftur til Keypmannahavnar og kom heim aftur 1893. Frá 1. oktober 1894 var hann vikarur við Havnar skúla fyri Gullak Jacobsen, seinni próst, ið tá fór niður at lesa til prest. Í 2 ár var hann vikarur samstundis við, at hann gekk á læraraskúla. Prógvið var tikið 1896. Hann fór beinanvegin til Tvøroyar sum vikarur, og seinni var hann tvey ár lærari við privatskúlan, ið harrar Mortensen høvdu sett á stovn har. Aftaná eitt skúlaskeið fekk hann so pláss sum lærari í Skálavík, flutti til Sørvágs í 1902, til Sandavágs í 1916 og kommunuskúlan í Havn í 1919, har hann var til 1. no­vember 1934, tá hann gav seg frá lærara­starv­inum.
H.M. Jacobsen var væl útbúgvin at vera lærari. Gløggur, livandi og vakin sum hann var, dugdi hann væl at skilja børn og at fáa tey at vísa áhuga. Hann royndi at leggja undirvísingina soleiðis til rættis, at hann fekk øll við, eis­ini tey stirvnu. Eitt dømi um hetta er hansara stavingarbók, ið skuldi gera móðurmálið meira ein­falt fyri børn. Eyðvitað er, at Jacobsen hevði uppiborið – ikki eitt betri, men eitt meira skiljandi og takksamt “forum” enn stirðnar næmingar í einum barnaskúla.
Hjá Andreas Isaksen í Geil, beiggja Elspu, Isalinu og Djóna í Geil, hevði Jacobsen lært at binda inn bøkur. Hann hevði bæði hug og eitt serstakt hegni til hetta starv. Mong prýðilig innbinding er at finna eftir hann.
Hann var eisini sera heppin við penninum. Tá ið eitt ella annað týdningarmikið skriv skuldi greið­ast úr hondum, varð altíð heitt á hann.
Eftir 2 ár var hann blaðstjóri av Føroya Socialdemokrati. Hann hevði bæði lættan og smidligan penn og dugdi hendinga væl at málbera seg. Mangar av greinum hans eru sannar perlur. Hann hevði eina dygga barlast av mentan, og hann hevði verið tann “ideelli” blað­stjórin, um hann hevði dugað at verið meira “agitatoriskur”.
Tað var sagt um Jacobsen, at hann var Føroya mest belisti mað­ur. Nógv var um tað, og hann dugdi at njóta tað, sum hann las, hann fekk nakað burtur úr tí. Gløggur, vitugur og hátt mentaður, sum hann var, var hann ein góður upp­lesari og hollur sjónleikari.
At koma á tal við var Jacbsen forvitnisligur. Hann var so vitigur, so livandi, aldri stirvin og keðiligur, at tað var sum at oysa úr einum botnleysum brunni við vitan.
Sjálvt um hansara mentunarliga støði var so langt yvir fjøldini, dugdi hann at tala bæði við Per og Pól.
Seinnu árini búði hann mest í Skálavík. Honum untist væl har, men lív kom í hann, tá hann gekk kendar gøtur og hitti kend fólk í Havn.
Eftir hann sita einkja (Sára Sofía, 1882-1969) og vaksin børn, harav tvey eru í Danmark.
Ein góður Føroya sonur er farin og verður saknaður.