Klaksvíkingar eru trúfastir ímóti KÍ. Tað sást mikukvøldið, tá ið teir ikki vóru heilt fáir, sum fylgdu við til Runavíkar. Stóri spurninguirn var, um tað skuldi ganga, sum tað gjørdi, síðst tá ið KÍ var á útivølli, ella um vónin um endurreisn skuldi gerast til veruleika.
Spurningurin var svaraður, tá ið eitt korter var farið. Tá hevði NSÍ eftir lítlari løtu lagt seg á odda við tveimum málum. Hóast gestirnir løtuna aftaná tóktust hava hampuliga fatur á spælinum, so vóru teir púra tannleysir, og tað var bara ein spurningur um tíð, nær NSÍ fór at sekta okkurt av heilt nógvu persónligu mistøkunum.
NSÍ skoraði tvær ferðir afturat. Teir høvdu møguleikar, sum kundu havt endurtøku av KÍ úrslitinum ímóti B36 við sær. At tað ikki fór so vítt, vóru tað tvær orsøkir til. Onnur var KÍ málverjin Kartin Joensen. Hann var greitt besti maðurin á KÍ liðnum. Hin orsøkin var hugburðurin hjá NSÍ til uppgávuna í 2. hálvleiki. Tá løgdu teir seg longri aftur á vøllin, og so skiftu teir onkrar av lyklaspælarunum út. Longu sunnudagin skulu teir aftur í eldin, og tað var eingin orsøk at ovurerva seg mikukvøldið.
Um NSÍ hevði hildið fram at trýst mótstøðuliðið frammi á vøllinum, so høvdu teir heilt víst fingið fleiri mál.
Hjá KÍ var tað ikki so galið fyrsta lítla korterið, og teir kunnu filosofera yvir, hvussu tað hevði lagað seg, um Hjalgrím Elttør hevði skorað, tá ið hann var einsamallur við Jens Martini Knudsen, sum annars hevði millum lítið og einki at gera. Men tá ið NSÍ legði seg framum, høvdu longu tvær støður verið, har Kartin Joensen hevði bjargað liðfeløgunum, sum høvdu gjørt stór persónlig mistøk.
Tá ið NSÍ hevði skorað tvær ferðir, kendist mótbrekkan tung hjá KÍ, meðan NSÍ hevði undanbrekku. Heimamenninir vóru fyrri á bóltinum, teir fluttu seg betri, teir vóru nógv betri skipaðir í verjupartinum, har Óli Hansen við innbundnari brotnari hond ongar trupulleikar hevði saman við Messias Perreira at halda mótstøðumonnunum burtur, og so høvdu teir Sonna L. Petersen á toppinum. Hann er skjótur og raskur, og tað vóru mikukvøldið serliga góðar dygdir. Sonni skoraði fýra mál, og hvørja ferð var hann blankur og stutt úr málinum.
At KÍ var illa skipað og enn eina ferð vísti, at teir als ikki havav tak á, hvussu flata verjan skal stýrast, fer ivaleyst framvegis at kosta nógv mál. Men tað tóktist heilt við síðuna av og merkisvert, at teir í Runavík høvdu tríggjar spælarar á liðnum, sum vóru so mikið illa fyri, at teir so langt í frá vóru førir fyri at vísa tað, sum teir áður hava gjørt. Tað ber ikki til ímóti nøkrum liði í bestu deildini, og so als ikki ímóti einum mótstøðuliði, sum er so ágangandi, sum NSÍ var tað mikukvøldið.
Tá ið NSÍ væl og virðiliga hevði vunnið, og teir tóku sær av løttum, broytti KÍ uppstilling, og tá sást tað, at tað ber til hjá klaksvíkingum at samanskrúva liðið soleiðis, at fyrsta fyritreytin av øllum, at allir á miðvøllinum hava heilsu til og orka at renna, verður uppfylt.
Málini
Í 14. minutti gav KÍ verjan fyrsta málið burtur. Altíð ágrýtni Jónstein Petersen kom ímillum kiksaða afturlegging. Kartin Joensen fekk bent skotroyndini á tvørtræið, og Sonni L. Petersen var frammanfyri allar hinar, tá ið hann við høvdinum stýrdi bóltinum í tóma málið.
Í næsta minuttinum var aftur mál, og aftur var útsøla av alt skal út slagnum í KÍ verjuni. Brynjolvur Nielsen sendi fríspark innfyri úr høgru, og fýra metrar úr málinum og mitt fyri! var Sonni L. Petersen blankur, tá ið hann setti krúllin undir bóltin.
Í 28. minutti var aftur galið í KÍ verjuni, og NSÍ takkaði aftur fyri. B36 uppskriftin ? diagonalsending afturum vongverjan ? varð brúkt. Christian Høgni Jacobsen gjørdist púra leysur, men Kartin Joensen vann tvídystin. Horna spurdist burturúr, og eftir tvær ferðir aftur og fram lyfti Sjúrður Jacobsen úr høgru upp um eitt sindur uttarlaga stadda málverjan. Verjuspælari royndi at renna bóltin upp, men Sonni L. Petersen vann kapprenningina og so var 3?0.
Síðsti seymurin varð negldur í, tá ið fyrra umfarið var um at vera runnið. Aftur var Christian Høgni Jacobsen leysur í høgru, flata innleggið fór til handara stólpan, har Jónstein Petersen var púra blankur, skotroyndin hjá honum kiksaði, men so var blanki Sonni L. Petersen á rætta staðnum og stýrdi úr trimum metrum í málið. Tá tosaðu trúføstu KÍ viðhaldsfólkini um at fara ein túr fyrri til hús ella kanska at fara til Gøtu at síggja 2. hálvleik. Men tey flestu mundu vera standandi, og í 2. hálvleiki gjørdist støðan ikki verri. Tað komst fyrst og fremst av, at NSÍ tók sær av løttum.
NSÍ?KÍ 4?0 (4?0)
1?0: Sonni L. Petersen 14.
2?0: Sonni L. Petersen 15.
3?0: Sonni L. Petersen 28.
4?0: Sonni L. Petersen 45.
Dómari: Páll Augustinussen
NSÍ: Jens Martin Knudsen ? Brynjolvur Nielsen, Óli Hansen, Messias Perreira, Sjúrður Jacobsen ? Gert Langgaard (Jústinus R. Hansen, 67.), Rúni Rasmussen, Ian Højgaard, Jónstein Petersen (Andy Olsen, 59.) ? Christian Høgni Jacobsen, Sonni L. Petersen (Áki L. Hansen, 76.)
KÍ: Kartin Joensen ? Harley Bertholdsen (Leon Bjartalíð, 57.), Sámal Eyðfinn Akursmørk (Eyðun Klakstein, 57.), Jan Andreasen, Símun Joensen ? Atli Danielsen, Jan Joensen, Allan Joensen, John Ryan ? Ove Nysted (Aleksander Djordjevic, 46.), Hjalgrím Elttør










