Fyrr í dag bleiv Sonni Ragnar Nattestad útleigaður frá FC Midtjylland til Vejle. Hann bleiv samstundis tann sætti føroyingurin, sum hevur umboðað Vejle. Klárar tú at nevna hinar?
Les eisini: Sonni Ragnar til Vejle
Her kann leggjast afturat, at allir hava sínar røtur av eystara armi á skálafjørðinum. Tríggir eru uppvaksnir í NSÍ, meðan hinir báðir eru uppaldir í B68.
Les eisini: Bold.dk sendir Sonna Ragnar til Vejle
Hevur tú gitt? Longur niðri sært tú hvørjir teir eru:
Teir eru Øssur Hansen (1994), Christian Høgni Jacobsen (2002-2004) og Ian Højgaard (2004), meðan Viljormur Davidsen (2013-) og Jóan Símun Edmundsson (2014-) eru í felagnum í løtuni.
(Kelda: Vejle-bk.dk)