Miðverjin á føroyska landsliðnum skal sita uttanfyri í longri tíð. Skaðin er ikki so álvarsligur sum fyrst hildið, men miðvingurin verður ikki at síggja á vøllinum fyrr enn um mai ella juni mánaða. Sostatt verður hann ikki tøkur til landsdystin móti Andorra, men vónar kunna spæla móti Sveis fyrst í juni.
Keyp Sosialin á netinum við at trýsta HER
- Eg havi slitið hælsinina. Tað er ikki so galið, sum vit fyrst væntaðu. Eg sleppi ikki á vøllin fyrr enn í mai mánað, og í fyrsta lagi at spæla í juni mánað, sigur Sonni Ragnar Nattestad.
Les eisini: Brandur verið undir skurð
Fróði Benjaminsen hevur leikbann, meðan Brandur Hendriksson Olsen hevur slitið krossbandið. Nú skal landsliðið eisini klára seg uttan Sonna Ragnar Nattestad móti Andorra. Miðverjin hevur sett sær fyri, at verða klárur til landsdystin móti Sveis, sum verður 9. juni.
Les eisini: Sonni Ragnar skaddur
- Eg vóni at klára at spæla móti Sveis, men nú mugu vit síggja hvussu tað gongur við hælsinuni, sigur miðverjin, sum skal undir skurð týsdagin.
Les samrøðu og greining av støðuni á landsliðnum í Sosialinum, sum kemur á gøturnar í dag.










