Føroyski landsliðsbakkurin, Sonni Ragnar Nattestad og liðfelagarnir í Fylki vunnu sera týdningarmiklan 2-1 sigur á ÍBV úti í Vestmannaoyggjunum í kvøld. Sigurin merkir, at Fylkir framvegis hevur møguleika at bjarga sær plássinum í pepsideildini.
Fylkir er framvegis næstaftast í pepsideildini, men nú við 13 stigum. ÍBV, sum enn er røttu megin niðurflytingarstrikuna hevur 17 stig nú sjey umfør resta av kappingini.
Sonni Ragnar Nattestad spældi allan dystin fyri Fylkir, og í dystinum fekk hann bæði tað gula kortið í fyrra hálvleiki, og hevði møguleika at skora fyri Fylkir í seinna hálvleiki, men hann skeyt tíverri uppum málið.
Albert Ingason gjørdist stóra hetjin hjá Fylkir. Hann skoraði bæði málini í 2-1 sigrinum.
Komandi mánakvøldi tekur Fylkir ímóti Akranesi á heimavølli.
Støðan í pepsideildini :
1 | FH | 15 | 9 | 4 | 2 | 21:9 | 31 |
2 | Stjarnan | 15 | 8 | 3 | 4 | 28:20 | 27 |
3 | Fjölnir | 15 | 8 | 2 | 5 | 30:17 | 26 |
4 | Breiðablik | 15 | 8 | 2 | 5 | 19:12 | 26 |
5 | KR | 15 | 6 | 4 | 5 | 18:15 | 22 |
6 | ÍA | 15 | 7 | 1 | 7 | 20:25 | 22 |
7 | Víkingur Reykjavík | 14 | 6 | 3 | 5 | 20:16 | 21 |
8 | Valur | 14 | 5 | 4 | 5 | 23:18 | 19 |
9 | Víkingur Ólafsvík | 15 | 5 | 3 | 7 | 17:25 | 18 |
10 | ÍBV | 15 | 5 | 2 | 8 | 14:18 | 17 |
11 | Fylkir | 15 | 3 | 4 | 8 | 16:25 | 13 |
12 | Þróttur Reykjavík | 15 | 2 | 2 | 11 | 11:37 | 8 |