Tað hevur ikki eydnast Sonna Ragnar Nattestad at fáa stórvegis av minuttum á besta liðnum hjá FC Midtjylland, síðani Sonni Ragnar í november leikti allan dystin á heimavølli móti Brøndby.
Men í kvøld, júst móti Brøndby, kann Sonni Ragnar aftur koma í spæl.
Tveir av vanligu miðverjunum Erik Sviatchenko og Kolja Afriyie eru úti við skaða, umframt at ein annar miðverji, Patrick Banggaard er úti við leikbannið.
Venjarin hjá FC Midtjylland, Glen Riddersholm, viðurkennir eisini at Sonni Ragnar er millum møguleikarnir til miðverjuna til dystin í kvøld.
Hann ivast tó í, um hann torir at brúka unga verjuleikarin.
Glen Riddersholm sigur við heimasíðuna hjá FC Midtjylland.
- Hann er millum møguleikarnir, sjálvandi. Hann er ein ungur, góður og lovandi verjuleikari, sum vit síggja stórar møguleikar í. Men tú skalt eisini hugsa um tann mentala partin, tí dysturin í kvøld er ein tann størsti í søguni hjá FC Midtjylland.
FC Midtjylland er í løtuni á 2 plássið í bestu donsku deildini. AaB tók oddasessin í gjárkvøldið, tá teir á útivølli vunnu 2-4 móti FC Nordsjælland. FC Midtjylland kann tó taka oddasessin aftur, um teir megna at vinna móti Brøndby í kvøld.
Dysturin millum FC Midtjylland og Brøndby byrjar í kvøld klokkan 19:00 føroyska tíð.