Í dag klokkan 17.30 spæla Frøoyar móti Russlandi í EM-undankappingini í manshondbólti. Tað er ein stórur biti og tað verður uttan fleiri lyklaspælarar. Eitt nú Kjartan Johansen, umframt at spælarar sum Elias á Skipagøtu, Helgi Hoydal og Rókur Akralíð ikki eru við Elias á Skipagøtu verður tó við í heimadystunum móti Kekkia og Russlandi á Hálsi, sum verða fríggjadagin og sunnudagin.
– Kjartan Johansen verður ikki við í dag, og tí mugu Peter Krogh og Vilhelm Poulsen taka eitt stórt tak. Eg eri spentur at síggja hvar vit standa í mun til eitt sterkt russiskt landslið. Nú mugu vit bara koyra á og so fáa vit at síggja, sigur Sonni Larsen við FM1.
So er spurningurin hvat er eitt gott úrslit. Føroyska landsliðið hevur tikið seg fram, men Russland er ein stórur biti, og føroyska liðið hevur tveir dystir seinni í vikuni.
– Tað mugu vit hyggja nærri at, tá dysturin er liðugur, og hyggja um vit hava gjørt okkara besta, og um vit hava fingið eina góða uppliving. Vit hugsa eisini um hinar dystirnar, men vit mugu spæla við øllum sum vit hava. Vit møta einum sterkum russiskum liði og mugu gera okkara besta, tí eg tími slett ikki at fáa bank, sigur Sonni Larsen við FM1.
Fyrireikingarnar hjá hondbóltslandsliðnum blivu órógvaðar av, at viðurskiftið við visum ikki vóru upp á pláss. Dysturin byrjar klokkan 17.30 og FM1 hevur beinleiðis frásøgn.