Sonja smeyg sær undan at svara

Men hon ivast ikki í, at Løgtingið fer at samtykkja uppskotið um at loyva samkyndum hjúnalagi

- Eg eri sannførd um, at uppskotið um at loyva samkyndum at giftast, fer at verða samtykt á Løgtingi.

 

Tað sigur Sonja Jógvansdóttir, sum er ein av teimum, sum hava lagt uppskotið fyri Løgtingið.

 

Hon varð vald á Løgting fyri Javnaðarflokkin, men tá ið samgongan varð skipað, fór hon úr Javnaðarflokkinum, og samgonguni, nettupp tí, at tað ikki kom at standa í samgonguskjalinum at málið um at lata samgift giftast borgarliga, kom at standa í samgonguskjalinum.

 

Harvið misti samgongan í roynd og veru, meirilutan á tingi, tí Sonja Jógvansdóttir av 17, limurin í samgonguni, og sostatt avgerðandi atkvøðan hjá samgonguni.

 

Hinvegin váttaði hon, at hon fer at stuðla samgongini, tí hon fer ikki at slóða fyri, at Sambandsflokkurin, Fólkaflokkurin og Miðflokkurin, koma aftur í samgongu.

 

Men nú uppskotið er til viðgerar, vildi Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir hava at vita frá Sonju Jógvansdóttir, hvørjar avleiðingar tað fer at fáa, verður uppskotið um samkynd hjúnalag, felt.

 

- Fer Sonja Jógvansdóttir framvegis at stuðla samgonguni, skuldi tað hent, at uppskotið um samkynd hjúnalag verður felt, vildi Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir hava at vita.

 

Men Sonja Jógvansdóttir vildi ikki svara. Hon staðfesti bara, at verður uppskotið ikki samtykt, verður avleiðingin, at so kunnu samkynd ikki fáa somu rættindi, sum øll onnur.

 

Hinvegin er hon púra annførd um at uppskotið fer at verða samtykt. Hon ivast ikki í, at sjálvandi eru tinglimir so mikið skilagóðir, at tey fara at atkvøða fyri uppskotinum, heldur Sonja Jógvansdóttir.