Tað eru mong, sum halda, at arbeiðsgevararnir sleppa alt ov lætt og hava alt ov stóra ávirkan.
Arbeiðsgevararnir hava Vinnuhúsið, sum dag um dag gera vart við sjónarmiðini teirra sjónarmið, bæði hjá politikarum og í fjølmiðlunum.
Hendan møguleikan hava hvørki arbeiðarafeløgini ella onnur fakfeløg havt í nóg stóran mun og tí eru tað mong, sum hava ásannað maktjavnvágin ímillum arbeiðsgevarar og fakfeløg er heilt av lagi, tí fakfeløgini klára ikki at standa ímóti fossinum av upplýsingum, sum dag og dag streymar úr Vinnuhúsinum, yvir í fjølmiðlarnar, Løgtingið og Landsstýrið.
Sotatt eru tað mong, bæði fakfelagsfólk og politikarar, sum hava trákkast eftir, at fakfeløgini fingu eitt skikkað mótspæl ímóti Vinnuhúsinum.
Og nú hava Havnar Arbeiðsmannafelag og Føroya Arbeiðarafelag tikið eitt týdningarmikið stig á tí leiðini.
Tey bæði feløgini hava nú sett stjórnmálafrøðingin, Sonju Jógvansdóttir í starv sum samskiftisráðgevara.
Hóast tað fyribils bara eru tey bæði feløgini, sum hava sett hana í starv, vónar Hans Joensen í Havnar Arbeiðsmannafelag, at eisini onnur fakfeløg vilja verða við, sum frálíður.
Hann vónar hetta, tí hann sigur, at tað vera øll fakfeløgini, sum fara at fáa líka stóra nyttu burturúr arbeiðnum hjá henni.
- Hetta er ikki ein spurningur um at hava ráð ella ikki. Tað er meiri ein spurningur um vit hava ráð at lata vera, sigur hann.
- Vit halda heilt avgjørt, at tað er neyðugt at hava eitt fólk, sum kann føra okkara sjónarmið fram. So at vit hoyrast og síggjar betri í almenna kjakinum. Men tað er eisini neyðugt at hava eitt fólk, sum kann fylgja við í tí, sum rørist rundanum okkum, so at vit alla tíðina hava fingurin á pulsinum, sigur Hans Joensen.
Vera eygu og oyru
Endamálið við at seta Sonju Jógvansdóttir í hetta starvið hjá fakfeløgunum, er ikki bara, fyri at fáa eitt mótspæl til Vinnuhúsið.
- Ætlanin er, at eg skal vera eygu og oyru hjá fakfeløgunum út í almenna rúmið, sigur hon.
Sónja Jógvansdóttir sigur at endamálið við hesum er eisini at royna at samansjóða fakfeløgini arbeiðsmarknaðinum.
Men hon skal eisini taka ymisk fakfelagsmál upp, sum hava áhuga fyri fakfeløgini, men sum tey ikki hava havt stundir og orku at taka upp.
Og so skal hon eisini kunna almenningin um viðurskifti, sum hava áhugað fyri feløgini.
- Sjálvandi vilja fakfeløgini vera við til at seta dagsskránna í arbeiðsmarknaðarviðurskiftum og tað er hetta so ein roynd upp á, sigur Sonja í Jógvanstovu.
Men hon heldur, at tað er neyðugt at fáa eitt jaligt samskifti við arbeiðsgevarar og við politiska myndugleikan.
- Tá ið dagsskráin hevur verið sett í kjakinum um arbeiðsmarknaðinum, hevur hon verið í so einsporað, við tað, at arbeiðsgevararnir hava havt eitt Vinnuhús, sum dag og dagliga letur kunnandi tilfar frá sær. At rætta hesa ójavnvágina er eitt endamál við samskiftisráðgevaranum hjá fakfeløgunum, sigur Sonja Jógvansdóttir.
Hon heldur, at í longdini hendan ójavnvágin kann fara at kosta fakfeløgunum nógv í longdini, tí arbeiðsgevararnir hava havt eitt vælvirkandi Vinnuhús ímeðan fakfeløgini hava verið nakað veik á hesum øki.
- Ì hesum sambandi haldi eg, at hendan ójavnvágin fer at kosta fakfeløgunum nógv í almennari vælvild og eisini í politiskum lógarsmíði, tí sjónarmiðini hjá arbeiðsgevarunum verða førd fram so greitt, samstundis sum sjónarmiðini hjá fakfeløgunum hava staðið ov veik, sigur Sonja Jógvansdóttir.










