Songrøddin á Tvøroyri

Leygarkvøldið fara seks fólk at kappast í innleiðandi umfarinum í Ársins Songrødd í Suðuroy

 

Nú verður næsta innleiðandi umfar í Ársins Songrødd hildið.

Fyrsta umfarið var fyri nøkrum vikum síðani í Klaksvík, og nú verður farið úr norðara parti av landinum og í Suðuroynna.

Leygarkvøldið verður TB-húsið karmur um songrødd-kappingina, og seks sangarar fara at kappast um at sleppa við í stóru finaluna.

Tveir luttakarar sleppa víðari frá innleiðandi umfarinum á Tvøroyri, og samanlagt verða 10 luttakarar í finaluni.

? Í Suðuroy gekk striltið at fáa fólk at tekna seg fyrstu tíðina. Vit umhugsaðu at flyta luttakarar suður, men tað gjørdist ikki neyðugt, tá alt kom til alt, sigur Dánjal Mariusarson, ein av fyriskiparunum.


Góð undirtøka

Undirtøkan fyri kappingini hevur annars verið sera stór, og neyðugt var at býta innleiðandi umfarið í Havn í tvey fyri at fáa pláss fyri øllum luttakarunum.

18 fólk hava meldað seg til kappingina í høvuðsstaðnum, og í tveimum báðum innleiðandi umfarinum í Havn sleppur ein luttakari víðari frá hvørjum umfari.

? Hetta er tí at tveir luttakarar skulu umboða ymsu partarnar av landinum í finaluni, sigur Dánjal Mariusarson.


ÚF er við

Útvarp Føroya fylgir songrøddini, og sent verður beinleiðis frá kappingini í leygarkvøldssendingini hjá ÚF. Eisini verður meiri gjørt burtur úr vikuna eftir.

Hetta ger samstundis, at sjálv sangkappingini byrjar tíðliga á kvøldinum. Fyrstu luttakararnir fara á pallin millum hálvgum tólv og midnátt, og kappigin verður liðug um eitt-tíðina.

Eftir sangkappingina verður DJ-show, og tað heldur fram longur út á náttina.

Finalan í Ársins songrødd kapping verður í Havn á norðoyastevnu ? leygarkvøldið 9. juni.