Somu møguleikar

Eyðgunn Samuelsen tingkvinna Javnaðarflokkurin
--------

Løgtingi viðger í hesum døgum uppskot frá landsstýrinum um at byggja ítrottarhøll í Sandoynni fyri í mesta lagi 27 mió. Skotið er upp, at landið byggir høllina fyri síðan at avhenda hana til Sandoyar skúlasamband at umsita og reka.
Tá ið løgtingið við eykajáttan í apríl 2009 samtykti at seta 5 mió av til bygging av eini ítrottarhøll í Traðardali í Sandoynni, vóru lunnar lagdir undir hesa verkætlan. Síðan tá er ein bygginevnd sett, sum hevur arbeitt við at seta upp eina byggiskrá, so projekteringin kann gerast liðug, og arbeiðið kann bjóðast út.
Kommunnunar í oynni hava síðan táverandi landsstýrismaður, Óli Holm, dagin fyri valið, gav tilsøgn um at játta 40% av kostnaðinum til ítrottarhøll í Sandoynni, roynt at fingið hesa verkætlan upp at standa. Tó hevur fíggjarstøðan hjá kommununum gjørt av, henda verkætlan ikki hevur borið á mál.

Bygdamenning ella økismenning
Í 70'unum og 80'unum var nógv tosað um bygdamenning, seinnu árini er fokus sett á økismenning. Hetta er ein ásannan av, at okkara land er so lítið, at skulu vit veruliga menna fleiri partar av hesum landinum, so má tað gerast í økjum, heldur enn fyri hvørja bygd sær. Hetta síggja vit eisini í kommunuálitinum, har málið er at skipa landið í størri umsitingarligar eindir ella økir.
Hetta orðskiftið snýr seg í veruleikanum um at skipa landið soleiðis, at allir borgarar hava javnbjóðis møguleikar, óansæð hvar í landinum tey búgva. Hetta kann gerast við at skapa møguleikar á staðnum – í økinum og hetta kann gerast við at útbyggja samferðsluna, soleiðis at øll hava møguleikar at koma til tey ymsu tilboðini sum liggja á einum stað.
Tað nýtist ikki at vera eitt antin ella men kann gott vera bæði og. Okkum tørvar sjálvandi ein miðstað í landinum, har nakrir stovnar og nøkur tilboð eru miðsavnaði. Tí eiga vit at útbyggja okkara infrakervið, tað hava vit eisini gjørt í ein stóran mun seinastu árini, har 80% av Føroyum er landafast.
Hinvegin, so eiga vit eisini at hava eina støðu til hvørji tilboð skulu vera atkomulig í øllum økjum í landinum, kanska serliga tiltøk innan mentan og trivnað.

Børn og ung í Sandoynni
Í hesum uppskoti um ítrottarhøll í Sandoynni snýr tað seg um at skapa eitt tilboð sum finst í øllum økjum í Føroyum, uttan í Sandoynni. Spurningurin er, um ikki øll børn og ung í Føroyum eiga at fáa henda møguleika, uttan mun til hvar í landinum tey búgva. Javnaðarflokkurin hevur ta støðu, at øll børn og ung eiga at hava hesar møguleikar.
At hava atgongd til at íðka ítrott og koma saman á annan hátt er eisini ein spurningur um fólkaheilsu. Vit vita, at tað er heilsugott og stimbrandi at íðka okkurt slag av ítrotti, og tað er ein sannroynd, at jú fyrr ein byrjar, jú betur eru úrslitini.
Eins reglur fyri øll.
Ofta verður sagt, at lógarverkið skal vera eins fyri allar borgarar í einum landi, hetta er ein meginregla fyri eitt demokratiskt samfelag. Hóast tað, so hava londini rundanum okkum, eins og vit hava gjørt í Føroyum, gjørt serskipannir í ávísum førum. Tað er ikki óvanligt til dømis fyri at byrgja upp fyri landafrøðiligum arbeiðsloysi ella fyri at skapa trivnað í einum øki har vandi er fyri fráflyting. Vit síggja eisini í kommunuálitinum at stórur fíggjarligur ójavni er millum økini í Føroyum, tí viðgerð áliti eisini spurningin um útjavning.
Bústaðarmynstrið í Sandoynni er, sum í fleiri øðrum økjum, at talið av eldri fólki økist meðan barnatalið er minkandi.
Tað er neyðugt, at landið byggir hesa høll fyri at børn og ung í Sandoynni skulu hava somu møguleikar sum øll onnur og fyri at økja um trivnaðin í økinum.