Somalia fær ikki hermenn úr Etiopia

Etiopiska stjórnin hevur havnað einari áheitan um at senda hermenn til grannalandið Somalia Tað var somaliska fyribilsstjórnin, sum bað um at fáa hermenninar. Fleiri túsund etiopiskir hermenn komu til Somalia í 2006, men teir fóru haðani fyrst í hesum árinum.

Nú vil fyribilsstjórnin hava hermenninar at koma aftur at hjálpa somaliska stjórnarherinum í bardaganum við islamskar uppreistrarmenn. Bardagarnir hava verið serliga harðir í høvvuðsstaðnum Mogadishu, síðani ein av ráðharrunum í stjórnini varð skotin seinasta fríggjadag.

Meiri enn 4.000 friðarvarðveitandi hermenn hjá Afrikanska Eindarfelagsskapinum eru í Mogadishu, men teir hava ikki heimild til at leggja seg út í bardagarnar, skrivar AP.