Tað sigur nevndin í Havnar Framburðsfelag, sum hevði fund um spentu støðuna í Fólkaflokkinum í kvøld, nú flokkurin skal velja tvey nýggj landsstýrisfólk.
– Sólvit Nolsø er ein ungur maður, sum vit meta kann verða ein góður politikkari fyri flokkin. Vit stuðla eisini Anniku Olsen, sum hevur verði ein góður politikkari fyri Fólkaflokkin og hevur nógv góð úrslit at vísa á.
– Hon hevur enn nógv gott at geva flokkinum framyvir, og tí eigur hon avgjørt eitt pláss í flokkinum, sigur nevndin í Havnar Framburðsfelag.
Sólvit Nolsø hevur arbeitt sum journalistur í nøkur ár, fyrst í Miðlahúsinum og seinni í Kringvarpinum, til hann fór í starv sum skrivari hjá Fólkaflokkinum. Hann er ættaður úr Dali og býr í Havn.
Hann hevur eisini verið meira virkin í Fólkaflokkinum, bæði sum valevni til løgtingsvalið í 2015 og sum formaður í Havnar Framburðsfelag.
Á løgtingsvalinum í 2015 fekk Sólvit Nolsø 162 persónligar atkvøður og gjørdist nummar 11 á listanum. Hann stillaði ikki upp til løgtingsvalið í 2019, tá hann arbeiddi sum journalistur.
Eftir løgtingsvalið í 2019, tá Fólkaflokkurin fekk átta løgtingsfólk og trý landsstýrisfólk, kom nummar 11 á listanum inn sum síðsta varafólk fyri landsstýrisfólkini hjá Fólkaflokkinum.
Verður Sólvit Nolsø nýggjur landsstýrismaður fyri Fólkaflokkin, so merkir tað, eingin annar kemur inn í tingbólkin, tí hann ikki er løgtingsmaður. Um hitt landsstýrisfólkið verður valt úr tingmanningini, so kemur Annika Olsen aftur á ting.
Tað er tingmanningin hjá Fólkaflokkinum, sum ger av, hvør skal umboða flokkin í landsstýrinum.











