Soleiðis verður veðrið í næstu viku

DMI roknar við, at tað fer at regna partar av øllum døgunum í næstu viku

(Mynd: Ingi Sørensen)

 

Danska veðurstovan DMI roknar við hampuligum veðri í næstu viku, men tað var fitt av regni í vikuni.

 

DMI sigur, at mánadagin verða 5-10 m/s av suðri og útsynningi. Samdrigið og nakað av regni. Fyrsta av degnum verður møguleiki fyri mjørka í støðum. Hitin millum 8 og 11 stig.

 

Týsdagin verða 5-10 m/s av suðri, samdrigið og nakað av regni. Um náttina verða 8-13 m/s av suðri. Samdrigið og regn. Hitin alt døgnið um 10 stig.

 

Mikudagin verða 8-13 m/s av suðri og útsynningi. Skýggjað og nakað av regni ella ælaveður. Hitin um 10 stig.

 

Hísdagin verða 8-13 m/s av suðri og útsynningi, í løtum upp í 15 m/s. Skýggjað og nakað av regni ella ælaveður. Hitin um 10 stig.

 

Mikudagin verða 8-13 m/s av vestri og útsynningi, minkandi niður í undir 8 m/s. Nakað av sól, men eisini einstøk æl. Hitin millum 7 og 10 stig.