Soleiðis sær nýggja kirkjan á Argjum út

Nýggja kirkjan skal vera ein arbeiðskirkja

Tað vóru Brim Arkitektar, sum vunnu kappingina um at gera nýggja kirkju á Argjum. Tað er greitt, eftir at øll uppskotini hjá arkitektunum vórðu avdúkað seinnapartin, veit Tórshavnar Kommna at siga.

 

Tilsamans komu 23 uppskot inn og tað eru teir báðir, Magnus Magnussen, og Páll Holm Lave, sum manna Brim Arkitektar.

 

Heðin Mortensen, borgarstjóri, heldur, at tað er eingin ivi um, at brúk fyri eini kirkju á Argjum, tí har býr nógv fólk og skjótt verða 100 nýggj grundstykki á Argjum, eins og brúgvin um Sandá verður liðug skjótt.

 

Brim Arkitektar greiddu frá, at endamálið var at skapa rúmligar og góðar karmar, har arkitektururin kann vera við til at stimbra tað fjølbroytta kirkjuliga arbeiðið hjá Argja kirkju.

 

- Kirkjuliga kjølfestið byggir á Gleðiboðskapin. Tí er umráðandi, at nýggja kirkjan er savnandi, og at skap, skipan, og umhvørvið, kann verða ein kveikjandi karmur um framtíðar arbeiðið hjá kirkjuni.

 

- Tað er av alstórum týdningi, at nærumhvørvið og ymsu handlingarnar, sum kirkjan er partur av í dag, fáa bestu umstøður.

 

Talan er um eina “arbeiðskirkju” har meira enn ta siðbundna, kirkjuliga virksemi, kann fara fram.

 

- Í okkara uppskoti hava vit lagt dent á at skapa umstøður fyri fjølbroyttum sosialum virksemi, søgdu teir báðir arkitektarnir.

 

Nógv stríð hevur staðist av, hvar kirkjan skal vera, men úrslitið varð, at hon skal byggjast við Sandá, beint við gamla Spinnaríið.

 

Niðanfyri eru onkrar myndir afturat, sum Tórshavnaf Býráð hevur tikið av nýggju kirkjuni.