Soleiðis sær Musikkskúlin við Landavegin út

Men nú verður tosað um at flyta hann oman á Skálatrøð

Í nógv ár hevur verið tosað um at byggja nýggjan musikkskúla í Havn.

 

Men enn er spakin ikki settur í – og nú kann tað henda, at hann verður enn meiri seinkaður.

 

Fyrst var ætlanin at byggja hann í Sortudíki, undir liðini á Norðurlandahúsinum við tí endamálið, at Musikkskúlin og Norðurlandahúsið skuldu fáa nyttu av hvørjum øðrum.

 

Men so varð tann ætlanin slept, og ístðain var skúlin fluttur út á eitt stykki á Landavegnum, har ætlanin annars var at byggja eina ítróttarhøll.

 

Men nú verður aftur tosað um at flyta Musikkskúlan oman á Skálatrøð, har ætlanin eisini er at byggja eitt nýtt Tjóðleikhús hesi næstu árini.

 

Annars er arbeiðið at byggja Musikkskúlan á Landavegnum, nú klárt at bjóða út, og frá arkitektinum, Mayfinni Norðoy, hava vit fingið myndir, sum vísa, hvussu ætlanin er, at hann skal síggja út.

 

Tær síggjast undir greinini.

 

Men annars er tað ikki meiri enn ein mánaði síðani, at bæði Heðin Mortensen, borgarstjóri, og Helena Dam á Neystabø, forkvinna í mentanarnevndini hjá býráðnum, vissaðu um, at Býráðið  fór ikki at taka stig til at flyta musikkskúlan av Landavegnum. Les meiri um tað, við at trýsta HER.